Andakt-til-tey-gomlu

At telja várar dagar, tú okkum læri, at vit mugu vísdóm í hjartanum fáa.
(Sálmur 90,12)

Ein av vinum Jobs sigur: Tit gomlu eru ikki altíð vís. – Hetta eru vit noydd at ásanna. Orðið frá hesum Sálmi, vísir okkum ein veg at gerast vís. Nevniliga tann, at telja várar dagar. Hvat merkir tað?
Ein hevur tal á tí, ið er virðismikið. Kona hevur skil á mongdini av silvurskeiðum, hon eigur; men ikki á knappanálum sínum. Met hvønn dag tað Gud gevur tær, virðismiklan. Sig hvønn morgun, tú vaknar: íðan, aftur ein nýggjan dag! Hvat skal eg gera á hesum degi, kæri Gud?

Gud kundi jú líka lætt havt kvett okkara lívstráð í nátt. Tað er tá sólarklárt, at hann hevur eina ætlan við okkum, nú hann aftur veitir okkum ein nýggjan dag, nú vit kanska eru toliliga røsk og pínuleys. Nú, eg eri vorðin gamal í prestaembæti mínum, har nógvir dagar mínir hava verið merktir av húsavitjanum, spyrji eg, uttan at hugsa, nú eingin uppgáva bíðar mær tann dagin: man tað vera nakar, eg skal støkka inn á gólvið hjá í dag? Man tað vera onkur sjúkur, eg kanska kundi glett við eini vitjan? Uttan iva man Gud hava onkra ætlan við mær henda dagin.

Tað snýr seg ikki um bara at fáa dagarnar at røkka. Slík leti kann soleiðis ílatast ein frómleika, tá ið sagt verður: “Gestur eri, á ferð eg eri, bert eitt kvøld. Ja, bert eitt kvøld, eg eri her.” So satt, so satt. Tað er ein av teimum bíbilsku myndunum av mannalívinum. Men fasti myndagesturin er tænarin. Hvønn dag er ein talent, okkum litin til, og vit minnast uttan iva, hvussu tað gekst tænaranum, sum gróv talent sína í jørðina.

Tað er so lætt at skjóta leti inn undir umberingina: eg eri gamal og møddur. Sjálvandi uttan iva satt. Men kanska ert tú tó ikki so gamal og møddur ikki at kunna gera Gudi einahvørja tænastu. Tvey orð verða søgd á dómadegi: “tú óndi og lati húskallur – og: væl tú trúgvi og góði húskallur.”
“Latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund!” Slb. 349

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti