Vit eiga at lata Gud royna okkum

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Gud tín, í hesi fjøruti árini hevur teg leitt í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boð hans ella ikki” (5 Mós 8,2).

Vit eiga at geva Gudi loyvi at royna okkum. Okkum hóvar ikki tað, tí okkum er í holdið borið at gera av, hvussu og hvat; og brádliga, meðan lívið gongur strúkandi, verða vit steðgað. Tað var kanska sjúka ella vanlukka. Tú gjørdist avlamin. Sama hvat hesin steðgur hevur til felags: teir kennast sera tyngjandi. Vit gerast avskorin fyri mangt og mikið. Vit verða steðgað. Koma á eitt støði, vit eru ætlað. Frá at vera reypsom og til at verða eyðmjúk og lítillátin. “Tit munnu verða eins og Gud!” teskaði ormurin til okkara fyrstu foreldur. Tit skulu bara látast, sum eingin Várharri er til, tí so eru tit sjálvir harrar um enn smáir, siga nútímans uppalarar í dag, og børnini eru tí samsvarandi. Ein brádlig vakning bíðar teimum.

Men hóast vit, sum einaferð vórðu eyðmýktir og sóu greitt, at uttan Gud, uttan ein frelsara, uttan fyrigeving syndanna, var ikki longur livandi, sjálvt um vit enn eru merkt av hesum, at eg skal mær sjálvum ráða. Tó kunna vit súrga tilveruna hjá øðrum. Tí eymka vit okkum undir vreiði Guds.

Dagsins orð úr Fimtu Mósebók er ætlað ísraelsfólki ta ferðina, teir vóru komnir tætt at málinum, landinum Gud hevði lovað teimum. Tað er hetta, vit eiga at hava í huga á allari ferð okkara her, at Gud hevur sett eitt mál fyri okkara ferð. Alt, ið hann leggur á okkara veg, miðjar móti tí eina: at vit ikki skulu gloyma málið.

Lat meg við hvørt klokkuslag
styrki mína í tær finna,
lat ei heimin hjartað vinna,
meg ei spilla náðidag!
Tá ið fer mín síðsti dagur,
tak meg, Harri, heim til tín;
lat tá synd og sorg og klagur
farast sum líkverja mín!
(SB 559,5)