Hann má leiða okkum!
“Verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mugu fáa at royna, hvat ið er Guds vilji” (Róm 12,2).
Í Filippibrævinum 1,10 sigur Paulus nakað, ið líkist hesum: “Og hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi, so at tit mega kunna meta um hinar ymissu lutirnar.”
Tá ið mett verður um okkurt og metingin gjørd, so merkir tað, at tað ikki er so heilt vist. Eg meti til dømis, at urtagarðurin hevur ta og ta vídd. Tað er, at eg gevi meg út fyri ikki at hava mált longdina og breiddina. Eg havi ikki kannað mannin ella tosað við lækna hansara. Tað er bara ein ætlan, tá ið eg sigi, at hann er víst ikki raskur.
Tað er tí, at vegurin til Himmals er vandamikil. Hann ber eisini heitið hin smali vegurin. Tað valdast tí, hvagar eg stígi mínar føtur í dag. Eg kann ongantíð vera heilt tryggur. Bert av og á komi eg niður á greið svar í Bíbliu mínari. Spyrji eg tá onnur um góð ráð? Kanska, helst, um tey ikki eru ov vinalig og bleyt av sær, so teirra ráð ikki gerast sum tað, Pætur gav Jesusi: “aldri veri tær hetta fyri!”
Nei, orðið, meting, vísir júst, at peikað verður á okkum sjálv – og til hansara, ið nevndi seg – hin góða hirðan; ljós heimsins; vegurin, sannleikin og lívið. Hann veit, at vit eru sum seyðir, tá tað viðvíkur viti og skili. At vit eins og trilva okkum fram í myrkri. Tað svitast tí ikki, at vit ikki sjálv eru før fyri at finna vegin, og tí í egnum tonkum ganga okkum í óføri. “Vandi á vegnum, varliga ganga eg má, um mær skal eydnast inn í Guds Himmal at ná,” syngja vit í missiónshúsinum, og í kirkjuni:
Rætt okkum, Jesus, nú hjálparhond
í dag og í allar løtur,
og varðveit okkum við fjøll og strond,
og leið oss á lívsins gøtur.
Gud veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!
(SB 554,4)