Hitt sanna víntræið

Skrivað: Judith Johannessen

“«Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera” (Jóh 15, 1-5)

Hesi versini hava vit óivað øll hoyrt fleiri ferðir – men tey eru so álvarsom.

Vit kunnu ikki bara verða ein einsamøll grein, tí so følna vit rættiliga skjótt. Vit eru noydd at hava eina stammu “at súgva kraft frá”, og tað er nakað, sum man ongantíð verður liðugur við, tí so skjótt man stegðar, so byrjar man at følna.

Men hava vit ikki ofta lyndi til at vilja slíta okkum leys frá stammuni? Vit vilja ikki, at nakað skal binda okkum – vit vilja ráða sjálv. Men tað kann verða sera vandamikið – serliga hjá okkum trúgvandi. Vit eru noydd at knýta okkum til Jesus allatíð. Tað eru nógv ting, sum vit faktiskt klára fínt sjálv, har vit ikki hava brúk fyri Jesusi – og í dagsins samfelag hava vit bara minni og minni brúk fyri honum, og tó!

Vit kunnu aldrin frelsa okkum sjálv – tað er nakað vit ikki megna sjálv. Tað er bara ígjøngum Jesus, og hansara fullgjørda verk, at vit kunnu verða frelst og á tann hátt hava ein veg heim til himmals. So tí er tað so sera týdningarmikið, at vit aldrin gloyma, at vit hava eina “stammu”, sum vit ikki klára okkum uttan á tí andaliga økinum, tí at um vit slíta okkum frá honum – so “følna” vit skjótt.

Tað er eitt, sum eg haldi er so sera vakurt við hesum líknilsinum, og tá eg ímyndi mær hetta víntræið, og tað er, at eitt víntræ hevði ikki sæð serliga vakurt út við einari ella tveimum greinum á. Fleiri greinar – vakrari, størri og kraftmiklari er træið. Soleiðis er eisini við okkum sum trúgvandi. Vit náa nógv longri tá vit eru fleiri, og vit øll standa saman og halda okkum til somu stammu.