Tá vit øvunda

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

“tá royndu hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna einahvørja søk við hann viðvíkjandi ríkisstjórnini, men kundu onga søk finna og einki rangt, av tí at hann var rættiligur, og eingin ódugnaskapur og einki rangt var at finna við honum.” (Dán 6,5)

Dárius kongur hevur júst valt sær tríggjar yvirhøvdingar – harímillum Dánjal. Men Dárius sá, at Dánjal skiltist burturúr, tí Guds Andi var í honum. Hetta hevði við sær, at kongur vildi seta Dánjal yvir øllum, og tað dámdi hinum monnunum ikki.

Teir fara beint í gongd við at finna okkurt galið við Dánjali, men tá teir einki finna, velja teir at brúka gudsdýrkanina ímóti honum.

Av øvund snýta teir bæði kong og Dánjal, so at hann verður beindur burtur.

Hvussu ofta hava vit sum menniskju ikki eisini gjørt okkurt býtt av øvund. Kanska byrja onkran slatur, tí vinkonan ella vinmaðurin fekk so nógv rós. Stjolið okkurt, tí onkur annar átti líka.

Tað er ymiskt, hvat øvund fær menniskju at gera. Jósef varð seldur, orsaka av øvund. Ábel varð dripin orsaka av øvund. Og Dánjal varð tveittur í leyvubølið.

Tað kemur ongantíð nakað gott burturúr, tá vit øvunda onnur. Lat okkum minnast til, at biðja Gud hjálpa okkum, næstu ferð vit gerast øvundsjúk. Bið hann um hjálp og fyrigeving.