Eingin kemur til Jesus, uttan Faðirin dregur

Skrivað: Tórun Poulsen

“Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi” (Jóh 6,44).

Kanska onkra aðra tíð, ikki í dag.

Hetta kenna vist tey flestu av okkum.

Men hvussu leingi kunna vit siga so? Bíða, til eg verði vaksin ella gamal. Hetta er rættuliga vandamikið, tí hvør veit, hvussu nógvar dagar vit hava fingið tillutaðar? Ikki kunnu vit leggja dagar afturat okkara lívi. Hvørki við at liva sunt ella venja, ella spara okkum. Hetta kann geva okkum eitt betri lív, men ikki longri.

Hvussu leingi tora ella vilja vit siga nei við Gud? Jesus sigur, at eingin kann koma, uttan faðirin dregur tey. Guds kall kann verða tikið burtur frá okkum, so tað er ikki okkara avgerð, hvussu góða tíð vit hava.

Einki í okkum dregur okkum at Gudi. Tá vit hugsa um Jesus, er tað tí, at Guds andi ávirkar okkum.

At velja at fylgja Jesusi, er ein týdningarmikil avgerð. Tá vit velja Jesus, muga vit gera tað av hjarta.

Vit mugu vilja at fylgja honum. Vilja geva honum pláss í okkara lívi.

Kanska virkar tað ringt at vita, hvat og hvussu.

Men ver vís/ur í, at um Jesus fær loyvi at vera hjá tær, so hjálpir og leiðir hann teg rættan veg.

Góða menniskja, ivast ikki, um tú hoyrir Guds kall, so bíða ikki.

Vit eru so høgt elskað av honum.

Náðin er botnleys, also einki kann ríva okkum úr hansara hond.

Jesus elskar teg.