Hitt góða stríðið

Skrivað: Heri Tróndheim

“Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna” (2 Tim 4,7).

Paulus  ápostul kennir á sær, at nu fer tíðin hjá sær at styttast, og hann lítur aftur á tey mongu ár, hann hevur stríðst sum ein Harrans stríðsmaður saman við øðrum. Vanliga hugsa vit ikki, at stríð er nakað gott, men Paulus nevnir sítt stríð ”hitt góða stríðið”.

Neyvan ivast nakar av okkum í, hvat Paulus meinar við, tá ið hann sigur ”hitt góða stríðið”. Hann er komin á mál og hevur varðveitt trúnna á Jesus við tí góða stríðnum. Tað eru somu orð, sum Brorson hevði í sálmaversinum í gjár: ”Tú kendi Jesus her, so frem hans vilja.” Hitt góða stríðið er stríðið móti tí, sum ónt er, stríðið móti øllum tí, sum vil draga okkum burtur frá Jesusi og hansara vegi. Jesus veit og kennir lívsleiðina. Hann hevur verið ígjøgnum alt tað, ið vit, sum í dag liva, koma ígjøgnum á okkara lívsleið. Tí tekur hann aftur og aftur í orðið at vera í honum, tí hann veit, hvat vil forða okkum á vegnum; tað er so nógv, sum vil leiða okkum burtur frá sær.

Jesus sigur í Jóhannes-evangeliinum 15,4: ”Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum. Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður á víntrænum, soleiðis kunnu heldur ikki tit, uttan tit verða í mær.”

Halt tú mær, tætt at tær!

Gævi, at mín ferð á foldum

verður saman øll við tær!