Matteus 13,1-9 & 18-23

 

Teksturin í dag er Matteus 13,1-9 & 18-23

Andrias Magnussen lesur.

Líknilsið um sáðmannin
v1 Sama dagin fór Jesus frá húsum og setti seg niðri við vatnið. v2 Og stórar mannamúgvur komu saman um hann, so at hann fór út í ein bát og settist har; og øll mannamúgvan stóð á strondini. v3 Og hann talaði mangt til teirra í líknilsum og segði: «Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. v4 Og í tí hann sáaði, fell sumt fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp. v5 Og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold; og tað nældi skjótt, av tí at har var ikki djúplent. v6 Men tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. v7 Men sumt fell millum tornir, og tornirnir runnu upp og køvdu tað. v8 Men sumt fell í góða jørð, og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. v9 Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.»

v18 So lýðið nú tit á líknilsið um sáðmannin: v19 Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum. v20 Men tað, ið var sáað í gaddajørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og tekur við tí við gleði við tað sama. v21 Men hann hevur ikki rót í sær, og heldur bert á eina tíð; og kemur so trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, tá tekur hann sær alt fyri eitt meinboga av tí. v22 Og tað, ið var sáað millum tornir, tað er tann, ið hoyrir orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð køva orðið, og tað verður fruktaleyst. v23 Og tað, ið var sáað í góða jørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og so ber ávøkst og gevur av sær, ein hundraðfalt, annar sekstifalt og annar tríatifalt.»