Legg alt í Guds hond
“Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7).
Tað er so menniskjaligt at stúra. Men her vissar Guds orð okkum um, at okkum nýtist ikki at stúra. Hví er tað soleiðis? Jú, tí vit kunnu leggja alt í Guds hond. Guds hond, sum skapti bæði himmal og jørð, og sum heldur øllum uppi.
Gudi leingist eftir samfelag við okkum, og hann ynskir, at vit koma til hansara við øllum. Einki er so lítið, at hann ikki ynskir, at vit bera tað fram fyri hann í bøn. Tað er heldur einki, sum er so stórt, at Gud ikki hevur vald til at gera nakað við tað. Um vit leggja alt í Guds hond, so gevur hann okkum sín frið ístaðin fyri okkara stúranir. Guds friður er omanfyri alt, sum vit kunnu skilja og fata. Tá ið Gud letur okkara eygu upp fyri, hvat hann hevur gjørt fyri okkum, og at hann elskar okkum og ynskir samfelag við okkum, tá vellir takksemi fram.
Legg tú alt í Jesu hendur og takka honum fyri alt, sum hann hevur gjørt fyri teg.