At vera miðdepilin av Guds vilja

”Men Pætur og ápostlarnir svaraðu og søgdu: »Guði er meir at vera lýðin enn monnum. ”
Áps. 5,29

 

Nú ein dagin fann eg ein pappírslepa, sum eg fyri árum síðani havi klipt út úr blaðnum hjá Richardi Wurmbrand(1909-2001), ”Martyrernes Røst” og brúkt sum búmerki. Hann skrivar:

”Eva barendsen , sum er finni, og hálendski maður hennara, sum er lækni og trúboðari í Kabul síðani 1972, fóru aftur til tað herjaða Afganistan í 1980 eftir eina stutta frítíð.

Tey vórðu tikin av døgum við springknívum í heimi sínum, sum eisini varð brúkt til kirkju. Eftir sótu tvey børn, 3 og 5 ára gomul. Áðrenn tey fóru avstað aftur til Kabul, spurdi onkur tey, um tey ikki vóru bangin. Eva svaraði: ”EG VEIT BARA UM EIN VANDA, OG HANN ER – IKKI AT VERA Í MIÐDEPLINUM AV GUDS VILJA.”

Nakrar fáar dagar undan morðinum hevði mamma hennara havt eina sjón. Hon sá børn síni í aldingarðinum Eden, har einglar settu gyltar krúnur á høvd teirra.

Minnið um hesa sjón gjørdi hana føra fyri at varðveita friðin, tá ið hon fáar dagar seinni frætti, hvussu børn hennara doyðu.

Hesir sonnu Jesu lærusveinar fóru úr friðarliga landi sínum og fóru út at tæna Gudi á einum staði, har blóð verður úthelt.

Áttu vit ikki í minsta lagi at stuðla slíkum við forbønum og gávum okkara?
EC