Samgleðist við mær

“og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: »Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.«”
Luk.15,6 (og15,9)

 

Soleiðis tóku maður og kvinna til orða, sum høvdu leitað, til tey høvdu funnið tað, ið tey høvdu mist. Og soleiðis sigur Jesus, at Gud er. Hann leitar eftir hinum mista fyri at finna hann aftur, sjálvt um hesin ikki vil vera funnin.

Luk. 15 er helst tað kapitli í okkara Bíbliu, sum best av øllum sigur okkum, hvussu Gud er. Gud leitar. Og soleiðis vísti Jesus í gerningi sínum henda Guds leitandi kærleika.

Hann tók sær av teimum, sum høvdu mist seg sjálvan burtur, øllum teimum, sum livdu á skuggasíðu lívsins.

Eisini í dag kemur Hann saman við teimum, sum kenna tyngdina av syndini í lívi sínum. Eingin er so illa farin, at hann ikki kann koma heimaftur, bert hann tekur stigið fult út og letur seg finna.

Tað er eitt friðskjól her á fold, mitt í øllum ófriðinum og stríðnum. Og tað er við Jesu kross. Her steðgar hin troytti ferðamaðurin og letur møðina rinda av sær. Her grøðast øll tey sár, sum syndin kvesti í og skræddi. Her steðga øll tár, sum verðin fekk at renna. Men her byrjar eisini lovsongurin at ljóða frá teimum, sum fingu lut í Jesu fyrigeving og náði. Og her kyknar vitnisburðurin frá menniskjum, sum upplivdu, at Jesus hevði hjálpt teimum og lagt vitnisburðin í munn teirra.

Tá vit í syndini, angistinum og deyðanum verða ribbað fyri alt og eru fátæk og neyðarslig, tá stendur eitt eftir: Gud leitar eftir mær! Tá vit standa ribbað fyri alt her í verðini, tá dugir okkara als einki. Tað, vit eiga, heldur ikki. Men tað, sum tá heldur, er Gud, Hansara leitan og bjarging. Tá alt okkara verður sligið í spønir, stendur Guds kærleiki til okkara eftir, sum okkara einasta vón og bjarging. – Hví? Tí, vit hava virði!

Vit eru skapað at hoyra Gudi til. Og vit eru keypt dýrt. Vit hava virði, og tí leitar Gud, til Hann finnur eina dýrtkeypta sál.

Tað er mikil sannleiki í hini gomlu halgisøguni um ein av teimum gomlu pínslaváttunum: Tá keisarin sendi boð um at lata honum kirkjunnar dýrgripir, tá kom hann út í garðin við øllum kirkjuliðsins fátæku. “Komið og síggið Guds dýrgripir, allur garðurin er fullur av gullkørum!” segði hann.

Soleiðis er Gud. Hann møtir okkum eins og ein dýrgripur. Tí leitar Hann, til Hann hevur funnið hann aftur, sum Hann misti burtur.

Mangur fór langt, áðrenn hann varð funnin. Men tað verður gleði millum Guds einglar, tá ein syndari vendir um og verður funnin.
Leif Hansen