Hugsa um Jesus

Skrivað: Mourits Mouritsen

“Tað orðið er satt; tí at eru vit deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum; halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum…” (2 Tim 2,11-12).

Hugsa vit ofta um Jesus? Hugsa vit, at vit hava ein livandi frelsara! Jú meira vit hugsa um, hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum, jú meira fáa vit at takka fyri.

Tað var nevniliga eingin sjálvfylgja, at Jesus læt seg krossfesta fyri at frelsa okkum. Tað var hansara kærleiki, sum førdi hann til Golgata at bera hetta offur. Hugsa vit ofta um hetta? Gud mátti lata son sín ganga í deyðan fyri meg og teg.

Hvat hugsar tú um, tá ið tú møtir mótgongd? Hugsar tú um eina ella aðra skipan – ella onnur menniskju, og vónar, at tey kunnu hjálpa tær? Og varð tú ikki ofta vónsvikin? Hví hugsar tú ikki fyrst um Jesus og fer til hansara? Hann kann hjálpa, sum eingin annar kann!

Hugsa um hann, tá lívið er trupult og sær meiningsleyst út. Jesus vil geva tí nýtt innihald og nýtt virði. Hugsa um hann, tá mótgongd og trongdir vilja gera teg mótleysan. Jesus vil taka mótloysið burtur og gera teg frímóðigan og glaðan. Tá ið samvitskan plágar teg, tí at tú syndar, so hygg upp á Jesus, sum hevur borið tínar syndir upp á krossartræið og har reinsað tær við sínum blóði.

Legg allar tínar syndir niður við krossins fót, so fær tín troytta sál hvílu.

Tá heimurin lokkar og dregur teg við glimur og dans og freistar teg til at falla niður og tilbiðja hansara “herligheit”, so hugsa um Jesus. Minst til, hvussu nógva pínu Jesus mátti ígjøgnum. Hvussu illa heimurin fór við honum, fyri at tú og eg kundu verða frelst. So missir heimurin sítt vald á tær.

Jesus livir í dag! Tí kanst tú rokna við honum. Hann hevur ikki broytt seg, hann hevur ikki broytt sinnalagið fyri tær. Hugsa um hetta, og sig: Takk, Jesus.