At tiga hevur sína tíð og at tala hevur sína tíð

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Fyri øllum er ein avmarkað tíð, og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð… at tiga hevur sína tíð og at tala hevur sína tíð” (Præd 3,7).

Sum flestu landavegir hevur himnavegurin eisini tvær gryvjur. Tað eru nøkur – ikki minst millum eldri – sum áhaldandi snakka. Nøkur lestrarár búði eg hjá eini pápasystur míni. Hon hevði gistingarhús. Ein gomul vinkona legði ofta leiðina hagar. Muðurin gekk alla tíðina, frá tí hon kom inn, til hon fór. Hon fekk navnið snakkimaskinan.

Hina gryvjuna upplivdu tveir vinir, ið fóru eina útferð saman. Teir búðu í sama býi og møttust so at siga dagliga. Áðrenn ferðina gjørdu teir av ikki at hittast í 14 dagar, til tess at hava nakað at tosa saman um á ferðini. Gott og væl heimkomin varð annar teirra spurdur: “Ja, hvussu gekst á ferðini?” Svarið var  dapurt at kalla: “Prátið á ferðini okkara millum, steðgaði, tá ið vit komu til Hamburg!”

Tala er silvur, og tøgnin er gull, er gamalt orðatak. Tað er møsn. Tøgnin kann merkja tómleika. Hon kann eisini merkja súrleika. Nei, prædikarin hevur rætt. “Fyri øllum er ein avmarkað tíð, at tiga hevur sína tíð og at tala hevur sína tíð.” Eina aðra staðni sigur hann: “Eitt orð í rættari tíð er mikið vert.”

Tað skulu vit biðja Gud um at læra okkum. Tað kundi Jesus. Hann er sjálvur orðið frá Gudi, ið gjørdist menniskja. Tí talaði hann. Men hann kundi eisini tiga. Hann var tigandi mótvegis følskum ákærum. Tí kundi hann siga: “Lærið av mær, eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta” (Matt 11,29). Tí hava vit nú ein faðir á himli, og honum mega vit tosa við so nógv, sum vit vilja. Hann troyttast ongantíð at lurta eftir okkum.

Jesu, dýrabara navn,

okkum frælsis morgunroði,

himni frá við gleðiboði,

bangnum sálum hvíldarhavn,

trúnni sterka sigursmerki,

vónum trygga akkersgrund,

lýs tú leið í lívsins verki,

veit tú lív á deyðans stund.

(SB 64,2)