Á gáttini inn í nýggja árið
”Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? …”
Jes.43,19
Aftur standa vit á gáttini inn í eitt nýtt ár. Nýtt og óbrúkt kemur tað okkum á møti. Nýggjur og óbrúktur kemur hvør einstakur nýggjur dagur ímóti okkum.
Og aftur lova vit okkum sjálvum og hvørøðrum, at nú skulu vit minnast til at geva okkum far um alt tað, vit hava fingið og framvegis fáa av Guds hond og frá menniskjum í hesum døgum. Vit vilja vera góð, glað og takksom.
Men hetta fellur okkum so tungt.
Tað er so mangt, sum bæði skuldi verið øðrvísi, og verið gjørt øðrvísi, eisini í vælferðarsamfelagnum, Føroyar. Tað er so mangt, sum órógvar og pínir. Tess eldri, vit gerast, tess meira stúra vit, og tess meira hava vit at gremja okkum um. Í viðføri okkara eru mangar gerðir, sum betur vóru ógjørdar, og mangt, vit ikki gjørdu, men áttu at havt gjørt.
Tí sum kristin menniskju vita vit eitt sindur um okkum sjálvi. Vit vita, at tað ikki er líka mikið, hvussu vit nýta dagar okkara. Vit vita, at hvør einstakur okkara hevur ábyrgd av tí, vit siga og gera, og vit mugu taka skuldina á okkum sjálvi, hana hvørki kunnu vit skúgva frá okkum ella renna undan henni.
Men vit eiga eisini at vita, at hetta er ikki alt. Okkurt heilt annað hoyrir uppí, um allur sannleikin skal fram. Minst til, at tá ið samanum kemur, er hetta seinast nevnda tað einasta, sum kann halda okkum uppi allar okkara lívsins dagar – enntá teir daprastu, tí Gud sendi son sín í heimin at doyggja fyri øll misbrot okkara, og við trúgv á hesa gávuna, hetta loysisgjaldið, kunnu vit rætta ryggin og glað fara undir hetta nýggja árið. Lít teg í Harrans hendur í trúgv.
Alt stendur og fellur altso ikki við tí, sum vit siga og gera.
Tí Gud megnar at skapa lív og reisa okkum aftur á føtur, har deyði og myrkur hava tikið valdið.
Gud kann frígera okkum og skapa í okkum gleði í øllum teimum døgunum, sum fara at gerast okkara í tí nýggja árinum, bæði teimum góðu og teimum tungu. Hetta er vón okkara, um vit so eru endað úti í stúran. Og hetta skal geva okkum nýtt mót, so vit tora at liva saman við medmenniskjum okkara. Júst her í okkara gerandisdegi.
Gud hevur nevniliga lovað at leiða okkum heim, har ævinleikin bíðar okkum, tá ið dagar okkara her eru taldir, og í hansara hondum fara vit ein dag at leggja deyðan aftur um bak og halda leiðina inn í tað æviga Guds ríki við tess fjøllum og dølum.
Tøkk havi Gud fyri lívið.