Ævigt lív
”og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. ”
Jóh.10,28
Tann 10.kap.í Jóhannesar evangeliinum endar við hesum orðum: ”Og mangir trúðu á hann har. ” Hesi orð í endanum eru sera áhugaverd, tí í hesum kapitli hoyra vit júst um beiskastu fíggindar hjá Jesusi(ø.31), um nøkur, ið ivast um hann, (ø.24) og um, at mangir trúðu á hann. So ymiskt hava fólk til allar tíðir tikið støðu til Jesus.
Í orðunum omanfyri(ø.28) gevur hann teimum, ið trúgva á seg, ríkt lyfti: ævigt lív.
Hetta eru tey, sum tá og upp gjøgnum tíðirnar við at hoyra og lesa Guds orð lærdu at rópa: tú Dávids sonur, miskunna mær! Tey, ið trúgva á Jesus, eru tey, ið eiga ta frelsuvissu, ið Paulus lýsir soleiðis: ”Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. ” Róm.8,38-39
Tey trúgvandi eiga nógv góð lyfti í Guds orði, um syndir teirra verður myndaliga sagt, at um tær eru reyðar sum purpur, skulu tær verða hvítar sum fonn.
Sagt verður eisini um tey, at tey ofta verða háðað og spottað fyri orðsins skuld, og at tey ofta líða sorg og trongdir á fold – men tey skulu ganga inn til æviga hvílu, har Jesus skal turka hvørt tár av eygum teirra, og har skal deyðin ikki longur vera til, ikki sorg, ikki pína, ikki skríggj, ikki pínsla.
Við hesi felsuvissu er stórur skari av trúgvandi gjøgnum tíðirnar farin um deyðans køldu dyr.
Sagt verður frá, at tá ið danski herhøvdingin Herluf Trolle kom deyðasærdur heim aftur úr Sjeyárakrígnum kom vinur hansara, presturin Niels Hemmingsen at finna hann og royndi at ugga hann upp undir deyðan. Tá sigur Herluf Trolle við hann: ”Vinur mín, tá ið øll megi viknar frá mær, og eg einki orki meir, tá mást tú ikki seta teg her hjá mær at halda langar prædikur fyri mær – tá mást tú ikki møða meg við mongum orðum – tá skalt tú bara teska eitt einasta orð inn í mítt troytta oyra, orðið Jesus! Tí navnið Jesus er besta prædika, eg hoyri!”
við hesum navninum tónandi í oyrum sínum fór hann eisini treystliga inn um deyðans dyr, inn til ævigt lív.
Gud gevi, at Jesus-navnið má tóna í oyrum okkara hvønn dag heilt inn í deyðans blund, so vit lítandi á Jesu lyfti um ævigt lív kunnu syngja: Til Guds æru, av Guds náði, sælu eg um ævi fái, í várs harra Jesu navn.
n.