Allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud
Í Rómverjabrævinum 8,28 lesa vit: “Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað”.
Hetta er gott at vita, serliga tá tað ikki gongur, sum vit ynskja. Mamma mín segði altíð: “Eg leggi tað í Guds hendur, og so kann eg ikki gera meira.” Og rætt hevði hon. Hon legði allar lívsins umstøður í Guds hendur, og so hvíldi hon í tí. Hon hvíldi í trúnni á, at Gud hoyrdi bønir hennara.
Hvat kann vera betri og tryggari enn at biðja Gud taka sær av okkum og umstøðum okkara? Einki. Takk og lov at hansara armar røkka, har sum mínir ikki røkka. Eg kann ikki fylgja og leiða míni børn gjøgnum lívið, men tað kann Gud. Alt, sum eg leggi fram fyri hann, tekur hann sær av.
Tað, sum vit halda, ynskja og biðja um, er verri enn so altíð tað, sum er best fyri okkum. Tá vit leggja eitthvørt fram fyri Gud í trúgv, so ger hann tað, sum er best fyri okkum, tað sum gagnar okkum best, á vegnum heim til himmalin. Gud ger alt fyri at halda okkum fast á tí smala vegnum, so vit ikki snáva.
Mangan skilja vit ikki tað, sum hendir okkum, serliga ikki tá lívið gerst trupult vegna sjúku, sorg ella aðrar trupulleikar í lívinum. Tá er gott at eiga lyfti um, at “eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda” (Matt 28,20). Hetta lyftið er eisini galdandi allar slags dagar – eisini teir ringu og tungu dagarnar í okkara lívi. Eisini – og serliga tá – er hann hjá okkum.
Bøn: Takk Gud, at tú hoyrir allar bønir okkara og at tú letur allar lutir samvirka til góða hjá okkum. Hjálp okkum at hvíla í hesum lyfti og at leggja alt fram fyri teg í trúgv. Hjálp okkum eisini at hvíla hjá tær, tá tað ikki gongur, sum vit ynskja.