Allir lutir
“Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.”
Róm. 8,28.
Er royndin hjá hesum kinesaranum eisini tín roynd?
Meðan ein kristin gongur gjøgnum eina roynd, eina trongd, má hann altíð hava hitt endaliga úrslitið í eygsjón. Sjálvt um stríðið og rembingarnar beint í løtuni eru alt annað enn hugnaligar, eru tær bert hitt fyrsta trappustigið, sum kann leiða til signing. Kinesararnir siga frá einari søgu um ein mann, sum hevði ein hest og einans ein son. Ein dagin breyt hesturin garðin, har hann stóð innigyrdur, og helt til stroks út í hagan.
“Á tann ólukka!” søgdu grannarnir.
“Hví,” segði hin gamli bóndin, “hvussu kanst tú vita tað?”
Kvøldið eftir var dýrið aftur um ta tíðina, tá ið tað plagdi at fáa vatn og fóður, og við tí vóru 12 vill ross. Kvikliga smeyg sonurin sær útum og læt portrið aftur. Nú hevði hann 13 ross í staðin fyri einki.
Tá ið grannarnir hoyrdu um hetta, róptu teir fegnir: “Á, tann lukka!”
Sinniliga svaraði hin gamli maðurin: “Hvussu kanst tú vita tað?”
Nakrar dagar aftaná, tá ið sonur hansara skuldi royna at temja eitt av hesum villu rossunum, bleiv hann slongdur av og breyt annað beinið.
Kvikliga komu grannarnir aftur og søgdu: “Á tann ólukka!”
Aftur svaraði hesin klóki bóndin: “Hvussu kanst tú vita tað?”
Nakrar fáar dagar aftan á hesa hending kom ein krígsherur gjøgnum býin, og allir raskir ungir menn blivu innskrivaðir og tiknir við í kríggið. Hesir menn komu ongantíð afturíaftur. Men sonur bóndans varð verandi heima, av tí at hann hevði brotið beinið. Fyri tey kristnu, sum elska Harran, er tað eitt gott endamál við øllum mótgangi. Stundum er tað ikki týðiligt í hesum lívi; men sjálvt tá eru vit før fyri at siga gjøgnum okkara tár:
“Sjálvt um eg ikki skilji tað, veit eg, at HVAT SUM HELST Gud loyvir at henda, virkar til mítt besta – og tað fevnir um “ALLAR LUTIR”.
Effie Campbell umsetti.