Alt er okkum givið

Skrivað: Marja Lamhauge

Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi” (Ják 1,17).

Vit í Føroyum liva í yvirflóð á mangan hátt. Vit hava góð hús at búgva í, nóg mikið at eta, arbeiði til allar hendur og so framvegis. Eisini eru tey flestu av okkum vælsignað við familju og vinum. Vit hava eina rúgvu av tiltøkum at fara til og so framvegis. Men eru vit glaď og nøgd við okkara tilveru? Vit áttu at verið glað og lukkulig, men tað eru ofta nógvir klagutónar at hoyra, um alt ikki er akkurát so, sum vit ynskja tað.

Í øllum tí góða, sum er okkum givið, gloyma vit at takka. Sum vit lósu omanfyri, so er alt okkum givið, men vit hava lyndi til at taka alt sum eina sjálvfylgju. Gud, sum vælsignar okkum so ríkliga, vil, at vit bera honum tøkk, og at vit hugsa um og hava kærleika til hvør annan.

Vit gloyma í okkara sjálvsøkni, at lívið er ein gáva frá Gudi, sum hevur skapt okkum og givið okkum alt av sínum stóra kærleika til okkara, ja, enntá sín einborna son Jesus Kristus sum loysigjald fyri okkara syndir.

Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” (Róm 8,32)

Bøn: Takk, Gud, fyri at tú ert góður, takk fyri tína náði og umsorgan fyri okkum, takk fyri alt, tú vælsignar okkum við. Ver hjá okkum hvørjum einstøkum, og hjálp okkum at seta okkara álit á teg. Amen