Alt tað, ið forðar

Skrivað: Bjarki Johannessen

”Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: ”Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?” Men hann segði við hann: ”Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini (…) Unglingin sigur við hann: ”Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?” Jesus segði við hann: ”Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!” Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn” (Matt 19,16-22).

Vit hoyra her um ein ungling, ið eyðsýniliga hevur eitt ynski um at liva eftir Guds vilja. Hann hevur eitt ynski um at arva æviga lívið, sum Jesus hevur gingið runt um í Ísrael og talað um, og nú kemur hann til Jesus fyri at vita, um hann er á rættari leið. Hann vil hava frelsuvissu! Fyri ein stóran part livir unglingin eftir Guds vilja. Hann fortelur, at hann heldur øll boðini, og hóast Jesus kennir hansara hugsan og allar hansara gerðir, sigur hann honum ikki ímóti! Men Jesus sær, at tað framvegis er eitthvørt, sum forðar unglinginum í at tæna, tilbiðja og fylgja Gudi av øllum huga og av allari sál síni: Hann er ríkur og er gripin av peningagirnd. Tá Jesus leggur hetta fram fyri hann, torir unglingin ikki at siga frá sær tað, sum forðar, men fer syrgin burtur.

Eins og unglingin var gripin av peningagirnd, kunnu vit eisini hava ymiskt, sum forðar okkum í at tæna, tilbiðja og fylgja Gudi av øllum okkara huga og av allari sál. Tað er umráðandi, at vit leggja hetta fram fyri Gud í bøn um, at hann má hjálpa okkum at geva alt okkara lív til hansara. Tí tað er bert við Guds kraft, at vit megna at standa ímóti holdsins girndum og siga frá okkum tað, ið forðar, so at vit kunnu fylgja honum eftir.