Gud er allastaðni
”…so at tey skuldu leita eftir Gudi, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum” (Áps 17,27).
Ofta halda vit, at um vit vilja hitta Gud, so mugu vit inn í eina kirkju ella eitt samkomuhús. Og tá vit halda bøn ella lesa í Bibliuni, so skal hetta ganga fyri seg í einum innilæstum rúmi, har eingin kann hoyra okkum, og vit mugu seta so og so nógva tíð av. Er tað bara har, Gud er at finna? Nei, soleiðis er tað als ikki. Vit kenna tað frá okkum sjálvum, um vit bíða eftir at hoyra frá onkrum av okkara kæru, so vilja vit gera alt fyri, at tey skulu fáa fatur á okkum nær sum helst. Skuldi Gud Faðir okkara ikki havt linjuna opna og fegnast um hvørja ferð, vit geva ljóð frá okkum?
Sum tað stendur í Ápostlasøguni 17. kapittli, býr hann ikki í einum templi, í einum landi, knýttur at einum fólkaslagi. Hann er harri himins og jarðar, og tí kunnu vit øll allar staðir venda okkum til hansara. Okkum nýtist ikki at trilva okkum fram at finna Gud. Líkamikið hvar vit eru stødd, hvørji støðu vit eru í, so er Gud ikki longur burtur enn eitt hjartasuff!