Amboð í Guðs hond

Skrivað: Hanna Skorastein

Eitt sunnukvølds møtið fyri nøkrum árum síðan hevur sett seg í minnið. Ikki tí at eg minnist hvat talan snúði seg um, ella hvørjir vitnisburðar vóru. Tíverri – hetta minnist eg ikki. Men tað var ein serlig hending, sum gjørdist ein lítil tala fyri meg.

Møti var annars sum vanligt. Byrjan. Sangir. Tala. Sangir. Fríur vitnisburður.

Hetta kvøldið føldi eg serliga væl Guðs kall til at avleggja ein vitnisburð. Men eg sat sum nelgd í stólinum. Undarligt, tí eg hevði mangan fyrr avlagt ein vitnisburð, so tað var sum so ikki fremmant fyri meg.

Tann sum leiddi, hevði valt ein sang undir vitniløtuni, sum var eini 3-4 vers, har tað so var sungið eitt og eitt vers, við pausu í millum. Júst sum vit kenna tað so væl.

Longu meðan vit sungu fyrsta vers, føldi eg kallið. Men ongantíð hevur tað kenst so tungt at reisa meg, sum júst hesa løtuna. Og ongantíð havi eg verið so kedd um at møguleikin glapp mær av hondum, sum tá vit byrjaðu seinasta ørindi í sanginum. Nú var hesin møguleikin jú farin fram við, og eg var ikki lýðin.

Tann sum leiddi, reisti seg, og segði so nøkunlunda soleiðis, at hóast sangurin nú var liðugur, so vildi hann lata tað verða stilt eina løtu afturat, um so var at onkur framvegis sat við einum vitnisburði.

Tá enduliga fekk eg frímóð at reisa meg, og avleggja ein vitnisburð. Og tó at eg ikki minnist hvat hann snúði seg um… So gjørdist tað serliga stórt fyri meg hetta kvøldið – hetta at tað orðið sum skal fram, skal nokk koma fram so ella so.

Og vit sum trúgvandi eru, eru vald til at boða orðið. Men vit eru ikki perfekt. Vit fella – umaftur og umaftur. Og tað lukkast okkum ikki altíð at verða lýðin. Men vit eiga ein faðir í himli, sum er greiður yvir hetta. Hetta visti hann jú, tá hann valdi okkum at verða lærusveinar, og at boða orðið til ytstu endar jarðarinnar, og hóast hetta, so vil hann brúka okkum. Hóast hetta, so eru vit útvald til júst hesa uppgávu.

“Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt.” Jer. 18, 4