Guð heldur okkum í høgru hond

Skrivað: Judith Johannesen

tí at eg, Harrin Guð tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær.” – Jes 41:13

Hetta versið havi eg altíð verið glað fyri – men ein lítil detalja sum eg ikki havi hugsa so nógv um fyrr, er hetta við at ”Guð heldur okkum í høgru hond”.

Lítil børn sum akkurát hava lært seg at ganga, verða ofta biðin um at halda í hondini á foreldrunum, tá man er úti og gongur túr. Soleiðis at foreldrini hava børnini tætt hjá sær, og tey vita hvar tey ganga og soleiðis at tey fáa hála tey til sín um nú ein bilur skuldi koyrt skjótt forbí ella hvat tað nú skuldi verði. Hetta gera foreldur fyri at føla seg trygg, men eisini sum børn vita vit at vit eru trygg tá vit halda í hondini á okkara foreldrum. Tey vilja altíð leiða okkum sum tey halda verða best og tryggast.

Tá børn (og fyri tans skyld eisini vit vaksnu ) eru heima við hús er ikki neyðugt at verða leidd, ella at vit leiða hvønn annan. Har er trygt, frítt og heimligt – og har er pláss fyri mistøkum. Tá børn læra seg at ganga, so detta tey ofta og vita at mamma og babba eru beint hjá hvis okkurt skuldi hent, men so reisa tey seg aftur.

Tí haldi eg tað er so stórt at lesa at Guð heldur í míni høgru hond, og sigur: ”Óttast ikki, eg hjálpi tær.” Sjálvur Guð leiður meg ígjøgnum lívið, og heldur meg í hondini. Styðjar meg, og verjir meg frá tí sum eg óttist.

Men sum vit gerast eldri hava vit kanska hug at taka stýringina sjálvið, og vilja ikki at nakar skal leiða okkum – tað klára vit sjálvið eftirhondini. Og tað kann gerast farligt – tí sum menniskju í einum falnum heimið hava vit brúk fyri Guði, og vit hava brúk fyri at hann leiðir okkum hvønn dag.

So líka sum hjá børnunum, so er umráðandi at vit hava okkara ”heim” hjá Guði, har vit føla okkum trygg, fríð og har vit kunnu koma akkurát sum vit eru – við mistøkum og feilum og øllum. Men tá vit so fara út – at vit lova Guði at halda okkum í hondini og leiða okkum. Hvat kann verða tryggari enn tað?