Andin er her og Andin virkar
Andin er í øllum kristnum. Men hvat virkar Heilagi andin, sum er í øllum kristnum?
Jesus er sannleikin, og talsmaðurin, Heilagi andin, skal bera sannleikan víðari, hann skal upplýsa um
sannleikan, sum er Jesus Kristus. Tá ið Jesus gekk her á jørð, bar hann orðini frá faðiri sínum víðari.
Eftir at Jesus er farin, og Andin er komin, hevur Andin borið orðini víðari.
Jesus sigur eitt lítið sindur seinni soleiðis: Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. Jóh 14,26
Heilagi andin skal læra, hann skal áminna og aðrastaðni lesa vit, at Andin skal sannføra.
Jesus Kristus var Messias, men henda sannleika tóku mong ikki ímóti, ella tey vildu ikki viðganga, at so var.
Tað ikki bar til hjá Jesusi at prógva yvir fyri jødunum, at hann veruliga var tann lovaði Messias. Hinvegin bar til – og ber til – at sannføra menniskju um at so er.
Hesa sannføring fær eitt menniskja ikki uttan Heilagi andin virkar hana í viðkomandi.
Heilaga andin kann leggja eina sannføring í hjartað, sum vit menniskju ikki kunni siga okkum sjálvi.