Andin sameinir
”Og eg eri vorðin Jødum sum Jødi, til tess at eg kann vinna Jødar; teimum, sum eru undir lóg, eins og tann, sum er undir lóg, tó at eg sjálvur ikki eri undir lóg, til tess at vinna teir, sum eru undir lóg; teimum, sum eru uttan lóg, eins og tann, sum er uttan lóg, tó at eg ikki eri leysur frá Guðs lóg, men bundin í Krists lóg, – til tess at vinna teir, sum eru uttan lóg. Hinum veiku eri eg vorðin veikur, til tess at eg kann vinna hinar veiku. Øllum eri eg vorðin alt, til tess at eg, ið hvussu er, má kunna frelsa nakrar. ”
1.Kor.9,20-21
Einki er so felags sum kristindómur. Einki er, sum soleiðis sameinir og lyftir upp um alt tað, sum veldur skilnað, elvir sundurlyndi og ger mun millum manna. Øll, sum vita eitt sindur um viðurskiftini og standin í heidnum londum, vita eisini, hvussu ræðuligur og syndarligur og skaðiligur tann munurin er, sum har er gjørdur á fólki.
Hetta verður øðrvísi, har sum Guds Heilagi Andi vinnur fram og sleppur at virka.
Skal sannur bróðurskapur, sum so nógv er talað um, nakrantíð koma at vera her á fold, soleiðis um hann eigur at verða og kann verða, tá má hann skapast av Guds Heilaga Anda og spretta av felagsskapinum í Jesusi. Annars verður hann ikki, ella verður bert eitt eiti. Í Jesusi og anda hansara fellur munurin burtur millum høgan og lágan, ríkan og fátækan, harra og træl.
Fyrst mega vit verða børn hjá Gudi, við tað og síðan verða vit brøður og systrar okkara millum.
Enn víðari er einki, sum heldur einum og hvørjum einstakum fólki uppi við eyðkennum og sermerkjum sínum sum Heilagi Andin. Hann vil ikki strika tey burtur ella køla tey út, men heldur menna og útbúgva, reinsa og signa tey, so at tær gávur og kreftir, sum eru lagdar niður í hvørt einstakt fólk og eru givnar av Gudi, kunnu sleppa at virka undir vegleiðing og røkt andans.
Fólkasermerkini skulu ikki verða strikað út, men verða sameind í eini heild í tí felagsskapi, sum Andin skapar inni í Guds ríki.
Hin sami ápostul, sum sigur orðini: Her er ikki jødi ella grikki, – hann sigur eisini, at hann er vorðin jødum sum ein jødi, grikkum sum ein grikki, tænari hjá øllum fyri at kunna vinna nakrar.
Og virkan Heilaga Andans er eisini tann, at Guds orð verður talað til eitt og hvørt fólk á tess egna máli. (Áps.2,1-12)
Ápostlarnir vórðu fyltir av Heilagum Anda og tóku at tala á øðrum tungumálum, eins og Andin gav teimum at mæla. Fólk stóðu bilsin og undraðust: Vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guds.
Hetta stóra tekin, ið tá hendi, merkir, at øll mál skulu verða sameind í Jesu navni, at talað skal verða um Guds frelsu frá synd á øllum málum, at lovsangur um Guds frelsunnarverk skal ljóða á øllum tungum.
J.Dahl