Anorexia

”sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, ”
Sálmur 107,20

 

Tá ið ein persónur fær anorexia, missir hann matarlystin og fær vaml av øllum mati. Tað eru helst ungar gentur, sum fáa anorexia, og í ringasta føri ber hetta deyðan við sær.

 

Ein trúgvandi kvinna í Suðurafrika átti tvær døtur, onnur gentan fekk anorexia. Hvat ger ein ólukkulig mamma tá? Mamman greiðir soleiðis frá:

 

”Gentan mundi doyð. Hon var studentaskúlalærari. Ein drongur var atvoldin til, at hon hevði upplivað nakað ræðuligt, og tá gavst hon at eta.

 

Eg segði so við meg sjálva, at Bíblian óivað hevði svarið, og eg fann tað í Sálmi 107,18-20: ”hvørs sál hevði vaml fyri øllum mati, sum at heljargrindum komnir vóru, sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, ”

 

Hetta er anorexia-sálmurin. Tey góvust at eta, tey oyðiløgdu seg sjálvan. Men tað er ein loysn: ”… sendi orðið at grøða,” lósu vit í ørindi 20. So skrivaði eg hetta orðið á smáar seðlar, sum eg legði inn í hvørt koddavár, í hvønn kjólafald, undir madrassuna og inn í øll smáting, sum eg fann.

 

Hví gjørdi eg hetta? Tí Guds orð vendir ongantíð tómt aftur. Eg kundi ikki gera undurverk; men orðið gjørdi tað. Síðani byrjaði eg at lovprísa Harranum fyri grøðing, og nú er hon fullkomiliga grødd. Ikki við makt ella styrki, men við Guds Anda.”

E.Campbell umsetti