Arbeiðir tú saman við bøn tíni?

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum” (3 Jóh 4).

Vit minnast ikki dóp okkara. Afturfyri goyma vit gudgivin minni um hátíðarløtur við ein doypifunt, har vit stóðu sum vitni um, at Gud greip inn í lítlu tilveru barnsins og gjørdi tað til sítt barn. Nú er barnið vaksið, gift og farið heimanífrá. Tú verður boðin at vera við, nú hennara børn verða doypt og konfirmerað.

So kunnu hugsanir steðga einum: Var eg nóg trúgvur móti tí ábyrgd, eg játtaði? Sjálvur átti eg ein gubba og eina gummu, sum eg lærdi og kendi so væl, at eg eri vísur í, at tey hava biðið fyri mær hvønn einasta lívsins dag. Eg havi kanska eisini biðið nøkulunda og havt í huga míni gudbørn í mínum kvøldbønum og nevnt teirra nøvn fyri Gudi.

So kemur spurningurin: Hevur tú verið starvsfelagi hjá tíni egnu bøn? Tað eiga vit at leggja dent á, um bøn tín ikki skal gerast tað bera møsn og fjas. At biðja fjórðu bøn í Faðirvár: gev okkum í dag okkara dagliga breyð, og kanska misrøkja arbeiði sítt og síðan ganga og letast. Tað er at gera Gud til eitt eiti.

Á sama hátt øll forbøn. Er bønin sonn, fer hon fyrr ella seinni at vekja spurningar í mær: Kann eg gera nakað, og hvat kann eg gera, fyri at tað, eg biði um, kann gerast veruleiki?

At koma stutt á leiðini og at vera undir ákæru, tað er luturin hjá so mongum gomlum; men Gud kann í síni ófatiligu miskunn eisini veita okkum ta gleði, sum ein ápostul sigur, er tann størsta, hann veit – at øll míni børn fara fram í sannleika.

Tín tænara styrk tú við kraftarhond,

og børn hans við andans eldi,

lat verkið legnast við teirra hond,

lat blóma med oss títt veldi.

(SB 324,7)