At avnokta seg sjálvan

Skrivað: Tórur Jacobsen

“.. Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann seg sjálvan og taki upp kross sín og fylgi mær!” (Matt 16, 24).

Hetta versið hevur fylt nógv í mínum tonkum seinastu mánaðirnar. Eg hugsi serliga um tað, sum stendur í miðjuni – at avnokta seg sjálvan, hvat merkir tað, og hvussu kann eg avnokta meg sjálvan? At avnokta seg sjálvan merkir at seta til síðis sínar egnu lystir, tað, sum man sjálvur vil gera.

Tað, sum Jesus í høvuðsheitum meinar í hesum versinum er, at hann skal hava fyrsta pláss í okkara lívi, og at vit ikki skulu sjálvi bestemma, hvat vit gera – tí hann veit jú, hvat er best fyri okkum.

Hvussu kann eg so avnokta meg sjálvan? Jú, eg kann seta mín egna vilja til síðis og seta tørvir hjá øðrum framum. Hetta er tað sama sum at seta seg sjálvan lágt, sum Jesus eisini snakkar um. Eg kann eisini velja at brúka tíð saman við Gudi, tá eg heldur hevði viljað hugt eftir eini seriu, soleiðis avnokti eg eisini meg sjálvan.

Tað er trupult at avnokta seg sjálvan, tí okkara innara menniskja vil so gjarna ráða yvir okkara lívi, men um vit vilja fylgja Jesusi eftir, tá mugu vit lata hann ráða.

Set tær fyri at royna at hugsa um hetta komandi tíðina, hvussu tú kanst avnokta teg sjálva/n. Bið Gud vísa tær á økir í tínum lívi, har tú hevur tørv á at avnokta teg sjálva/n.