At búgva seg til
”Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til! ”
Opb.19,7
Fleiri staðni í okkara Bíbliu verður tosað um at búgva seg til og mælt verður til at gera hetta í góðari tíð. Tað, ein skal búgva seg til, er at møta Gudi.
Ymiskar myndir verða nýttar fyri at lýsa hetta. Í hesum bíbliuorði verður ein brúdleypsveitsla brúkt sum mynd og hesi somu mynd møta vit oftani í okkara Bíbliu. Í Gamla Testamenti verða viðurskiftini millum Gud og fólkið lýst við myndini av einum hjúnabandi, sum longu er gjørt, og sum knýtir fólkið at Gudi sínum. Fólkið skal búgva seg til at møta honum, sum tey longu eru knýtt at við sáttmála.
Hesin tankin er ikki sleptur í Nýggja Testamenti, og tó er myndin brúkt á ein eitt sindur annan hátt. Her, sum t.d í hesum orðinum, vit hava fyri okkum hesa løtuna, liggur sjálv brúdleypsveitslan einaferð í framtíðini, og sipað verður til tann dag, tá ið Kristus kemur aftur í síni dýrd. Brúðgómurin er Kristus, og brúðurin er hansara meinigheit.
Náttúrligt er, um rætt er vorðið, at brúðurin gleðir seg til brúdleypsveitsluna og at møta brúðgóminum, og at hon ger alt, sum gerast kann, fyri at verða til reiðar, tá ið brúðgómurin kemur. Soleiðis vil eisini Kristi meinigheit gera. Hon vil búgva seg til at møta sínum frelsara, tá ið hann kemur í síni dýrd, og gleðir seg til tess.
Á ein hátt vita vit øll somul, at vit skulu møta Gudi, annaðhvørt sum dómara ella sum frelsara, og at tað kann verða nær tað skal vera; men veruleikin er tann, at vit hugsa henda dag so langt burtur. Tað er ikki altíð, at ein fær stundir til at hugsa stórvegis um tað. ”Fyrr enn meg varir, tá kann bera, at deyðin sendir ferðaboð.” Onnur fáa eina langa sjúkralegu og fáa so statt betur umrátt seg, kunnu vit siga.
Men sama ger, bert ein tá, sum tað stendur her, hevur búgvið seg til. Er ein búgvin, so kann ein altíð fara, og so búgvin skulu vit liva ein og hvør. Altíð til reiðar at møta Gudi.
Hvussu kunnu vit vera tað?
Um vit liva okkara lív saman við Gudi í bøn og trúgv og lata Gud skipa fyri og leggja til rættis okkara lív, so eru vit búgvin, hvørja løtu tað skal vera, at møta honum í dýrdini; og er tað soleiðis hjá okkum, so latum okkum gleðast og fegnast og prísa Gudi fyri lívið, sum hann hevur givið okkum, fyri ta hjálp, hann gevur okkum til at liva tað, og fyri vón um lut í tí stóru gleðini einaferð.
Høgni Poulsen, prestur