Fullrunnið skeið
“Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna” (2 Tim 4,7).
Sum greinar skulu vit vera á trænum, fáa føðsluna frá tí og verða við at bera frukt. Hetta er eitt orð frá Jesusi við einum ríkum lyfti: Verða tit í mær, so verði eg í tykkum; og gera vit tað, so hava vit lív og bera ávøkst, og tað er tað, sum er umráðandi hjá okkum.
Í fyrstuni, tá ið vit fingu eyguni upp fyri, hvat vit eiga í trúnni á Jesus og hansara frelsuverki, so tók hetta okkum so fult og heilt, og vit vóru so ovurfegin, at lívið var lætt at liva. Vit høvdu ongar tankar um, at hetta fór at broytast, at vit nakrantíð skuldu koma út fyri nøkrum, sum fór at pilka við hesa gleðina og fáa okkum inn í andligan andróður. Tað lá alt púra fjart og óveruligt.
Hevði tað bara verið so hjá øllum og ígjøgnum alt lívið. Men so er ikki. Tað hevur Jesus gjørt okkum so greitt við øllum áminningum, tí hann veit, hvat møtir okkum her. Hann hevur sjálvur verið undan og roynt alt lívið við øllum tess freistingum. So lat okkum við treysti renna skeiðið, til vit koma frelst á mál, og hann tekur í hond okkara og bjóðar okkum: Vælkomin heim!