At fylgja Jesusi og avnokta seg sjálvan

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Andakt um Jesu orð í Markusevangeliinum 8,34-38.

At vera trúgvandi er bæði lætt og torført.

Tað er lætt, við tað at alt er fullgjørt! Tað er einki, sum vit kunnu gera, sum fær Gud at elska okkum meira ella minni, enn hann longu ger. Hann elskar og hevur altíð elskað okkum so nógv, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív (Jóh 3,16). Ævigt lív í himni er ein gáva frá Gudi til okkara, sum vit bara skulu taka ímóti, uttan at skylda nakað. Hetta sæst ikki aftur í nøkrum øðrum átrúnaði.

Tað er torført at vera trúgvandi, tí at Guds vilji og rákið í heiminum í dag er sum eystur er frá vestri. Gud vil, at vit avnokta okkum sjálv og fylgja honum! Hann vil, at vit taka onnur fram um okkum sjálv, at vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv – altso rættiliga nógv!

Rákið í heiminum í dag er harafturímóti EG EG EG! Vit skulu “finna” okkum sjálv og “røkja” okkum sjálv. Vit skulu síggja gott út og duga væl at selja okkum sjálv. Vit eru sjálvsøkin og gera alt fyri at promovera okkum og royna, at onnur skulu síggja, hvussu gott vit hava tað og hvussu góð vit eru. Gera vit okkurt gott, ja, so hava vit tørv á, at onnur fáa tað at vita.

Vit eiga at verða betri til at skyna á, nær vit fylgja Guds vilja, og nær vit fylgja heiminum; og tá vit fylgja heiminum, er tað so beinleiðis ímóti Guds vilja?

Bið Gud um hjálp at skyna á!