At hava gott treyst

Skrivað: Kristian Martin Petersen

“Og Jesus steðgaði og segði: “Rópið hann higar!” Og tey rópa hin blinda og siga við hann: “Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!” (Mark 10,49)

Tann blindi var Bartimeus. Støðan var ring hjá honum, tí hann mátti bidda fyri at fáa nóg mikið at liva av. Bartimeus hevði hoyrt um Jesus og visti, hvør hann var. Jesus var ávegis út úr Jeriko hendan dagin. Leiðin lá fram við staðnum, har Bartimeus sat og biddaði. Tí rópaði hann: “Jesus, Dávids sonur, miskunna mær!”

Soleiðis rópa vit ikki eftir hvør øðrum – eina eftir Jesusi. Bartimeus var í neyð hesa løtuna; hann var altíð í neyð. Men hendan dagin kallaði hann á Jesus. Fyrst høvdu mong at honum og bóðu hann tiga, men hann misti ikki mótið, hann rópaði harðari. Tá er tað, at Jesus støðgaði og bað tey leiða hann til sín. Tey, sum hjálptu Bartimeusi, vistu, at nú fór okkurt at henda. Tí broyttu tey atburð, fyrst bóðu tey hann tiga, men nú søgdu tey: “Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!”

Eg havi ofta støðgað við orðini “at hava gott treyst”, ikki falla í fátt. Tað er menniskjaligt at stúra, óttast ella falla í fátt. Kortini talar skriftin um, at vit skulu hava gott treyst. Jesus rópar meg til sín. Eg havi gott treyst, tá ið síggi Jesus við mínum trúareyga, ella tá ið eg biði til hansara. Hetta geri eg bara, tí hann er sum vit – heilt menniskja og heilur Gud.

Í sangi nr. 161 í Missiónssangbókini ljóða tvær reglur soleiðis:

Tá Gud meg sær, hann sær ei fyrst

á mína synd, men Jesus Krist!

Eg havi gott treyst at møta Gudi, tí hann sær meg gjøgnum Jesus Krist – fyrst.