At hoyra frá Guði

Skrivað: Dr. Kari Vo
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Jóh. 16, 12-15 – [Jesus segði] ”Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.”

Hevur tú nakrantíð hoyrt onkran siga: ”Eg kundi so ynskt mær at hoyrt Guð tosað við meg. Eg vildi ynskt, hann kundi sagt mær, hvat eg skal gera?” Tað eru nógv menniskju, sum kenna tað soleiðis. Og sjálvandi veit Jesus, at okkum tørvar slíka leiðbeining og samband.

Í dagsins teksti tosar Jesus við sínar lærusveinar. Tað er náttina fyri, at Jesus blívur krossfestur, og teir eru allir á veg til Getsemane. Jesus sigur teimum síni seinastu orð og brúkar høvið at siga teimum, hvat teimum fer at tørva at vita, tá ið teir fara út í heimin at seta kirkjuna á stovn.

Men sjálvsagt er tað ikki nógv tíð eftir – bert nakrir tímar eru til Jesus verður handtikin. Og lærusveinarnir eru ikki til reiðar at hoyra nógv av tí, sum Jesus ynskir at siga teimum. Nógv av tí fer ikki at geva meining, áðrenn hann er deyður og upprisin. Sumt av tí kundi skelkað teir sum t.d. at finna útav, hvussu nógvir av teimum fóru at lata lív sítt fyri Jesu sakir.

Og tískil lovar Jesus at senda teimum heilagan anda. Andin fer at vita, nær rætta tíðin verður at læra Jesu lærusveinar tað teimum tørvar at vita. Hann fer at hjálpa teimum at skilja viðurskiftini, teir ómøguligt kunnu fata beint nú: týdningin av Jesu krossfesting, gávuna í uppreisnini, og eitt djúpari forstáilsi av tríeindini. Og hann fer at hjálpa teimum við tí heilt praktiska, sum at vita hvat teir skuldu siga, tá teir blivu ákærdir av rættarskipanini, og tá teir vóru í lívsvanda vegna trúnna á Jesus.

Men lærusveinarnir tá vóru ikki tey einastu menniskjuni, sum fóru at fáa hesa gávuna. Jesus lovaði eisini at geva heilagan anda til okkum. Andin virkar inni í okkum, gevur okkum trúgv á Jesus og vísir okkum, hvussu vit skulu fylgja honum. Hann minnir okkum eisini á, hvat Jesus segði. Tí er tað so týdningarmikið at lesa ella at lurta eftir bíbliuni. Tað gevur andanum meira at arbeiða við. Hann kann minna okkum á tað, vit longu hava lært.

Guð heilagi andin er ein undurfull gáva til okkara –sjálvur Guð livir í okkum. Hann hjálpir okkum at kenna og at líta á okkara frelsara Jesus, hann sum doyði og reis upp fyri at bjarga okkum. Vit eru ikki einsamøll. Guð livir í okkum. Og vit kunnu líta á, at hann vil taka okkum í hondina, læru okkum, leiða okkum og taka sær av okkum. Faðir, sonur og heilagur andi er ein Guð, og kærleikin teir hava til okkara er ein kærleiki. Tú eigur lut í tí kærleikanum hvønn dag.

Lat okkum biðja:
Góði faðir, takk fyri at tú gevur okkum heilagan anda. Amen.

Spurningar til umhugsan:
1. Tá ein av tínum kæru er burtur heimanífrá, hvussu heldur tú tá tætt samband við hana / hann?
2. Er tað nakar av teimum hættunum, sum tú kundi brúkt í tínum sambandi við Guð?
3. Hvussu hjálpir heilagi andin tær, tá ið tú ert í einari truplari støðu ella í eini kreppu?

Bíbliulesnaður til dagin: 2. Sám. 10-12 Jóh. 3,1-15
Skrivað hevur Dr. Kari Vo, útgivið hevur www.lhm.org 12 mai 2022, umsett ESM

Útgávurættur hoyrir til International Lutheran Laymen’s League, brúkt við loyvi frá Lutheran Hour Ministires, øll rættindi tilskilað.