At kenna seg elskaðan

“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16

 

Tá ið Sanna Hammer helt ein fund uppi í eldrasamkomuni í K.F.U.K, greiddi hon frá sínum ættarbondum. Mamma hennara var bert tvey ár, tá ið pápi hennara doyði.

Hann var við einum skipi undir Íslandi, men hann hevði skrivað lítlu dóttur síni eitt bræv og sent tað úr Íslandi. So brævið kom fram, eftir at hann var deyður.

Mamma Sonnu goymdi hetta brævið sum reyðagull, og Sanna, sum eitur eftir ommu síni, hevur arvað brævið.

Tað er skrivað við miklum kærleika. Fulla navnið á dóttrini stendur har, og pápin málber seg nakað soleiðis: “Til mína høgt elskaðu dóttur. Pápi gleðir seg til at koma heim og vera saman við tær.” So skrivar hann eisini eitt sindur til sína konu, og hon verður eisini nevnd vð fulla navni sínum.

Tað er ein hátíðarligur dámur yvir hesum brævi. Mamma Sonnu segði, at tað var ikki synd í sær, at hon ongan pápa átti, tí hon hevði tað skrivligt, hvussu høgt hann hevði elskað barn sítt. Sanna hevur ongantíð hoyrt mammuna gramt seg um sína lagnu, tvørturímóti. Mamman var sjúkrasystir, og hon fór altíð út í bygdina at hjálpa, har tørvur var á tí.

Tú og eg eiga eisini eitt sovorðið kæeleiksbræv frá pápa okkara í himli, tað er Bíblian. Lesa vit hetta brævið og síggja, hvussu stóran kærleika og náði hann gevur okkum? Vt eru eitt lítið fólk, bara góðar 50.000 menniskju, men Harrin hevur vælsignað okkum so ríkiliga. Venda vit aftur við tøkkini, ella grenja vit bara?

Í hesum sambandi nevndi Sanna, at nakað, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um og ikki meta virðismikið, er vatn. Har, sum hon var á Filipsoyggjunum, var ofta lítið og skitið vatn ella als einki. Tað er ringt ikki at kunna skola niður á vesinum. So kundi tað henda, at eitt sindur av vatni kom mitt um náttina. Tá bankaði grannin á dyrnar hjá Sonnnu og rópti: “Vatn, vatn!” So fór Sanna upp klokkan trý á nátt, setti seg í túnið og fór at pumpa vatn niður í spannina. Vatnið var rustað og skitið, og leingi var at fylla spannina, men gott var at kunna stoyta vatnið niður í vesið. Tá ið Sanna seinni kom til Føroya, rópti hon: “Kranin rennur, kranin rennur, skrúva fyri!!”

“Ver tú bara óttleys, her hava vit ríkiligt av reinum vatni,” varð svarað. Síggja vit náðina, sum Harrin hevur signað Føroya land við, og takka vit?
Effie Campbell