At liva tætt at Gudi er eydnan

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit lesa í Sálmi 73 um Ásaf. Hann byrjar sálmin við at øvunda inn á onnur menniskju. Hann hevur lagt merki til, hvussu ógudlig menniskju liva eitt eydnuríkt lív, meðan hann sjálvur verður raktur av bæði einum og øðrum. Hann spyr Gud, um tað er hatta hann fær afturfyri at tæna honum trúfastur. Er tað soleiðis, tú lønar mær, tá eg royni at liva eftir boðum tínum, Gud?

Eg vænti, at flestu okkara hava tað onkuntíð líka sum Ásaf. Tað er sum um, at Gud er harður við síni børn. Tað virkar sum, at tey, sum eru líkasæl við honum, sleppa avstað við at liva, sum teimum lystir. Tá verða vit óð inná Gud. Er tað soleiðis tú fert við mær, eftir alt tað, sum eg havi gjørt fyri teg, Gud? Hvat havi eg gjørt skeivt, nú eg fái so nógva mótgongd?

Seinni í sálminum lesa vit, at Ásaf sigur, at vera nær at Gudi er eydnan. Men hvussu kemur hann fram til at verða so bittur og fullur av øvund í byrjanini til nú at verða púra broyttur. Tað, sum vendi støðuni, var ikki tað, at Gud nú vælsignaði Ásaf ovmikið, ella at Gud nú gav teimum ógudiligu tað, sum tey høvdu uppiborið. Nei, vendipunktið hjá Ásaf er, tá hann kemur inn í Guds halgidóm. Tá hann søkir samband við tann Gud, sum hann er so óður inná. Tá hann ger hetta, gongur tað upp fyri honum, at hann tænir ikki Gudi og fylgir hansara boðum, fyri at Gud skal vælsigna hann við eydnu. Nei, eydnan kemur við at tæna Gudi og at fylgja hansara boðum. Hann kallar seg sjálvan býttan, við tað at hann helt, at forholdið við Gud bara handlaði um, at hann skuldi gera seg uppibornan til Guds vælsignilsi.

Tað, sum er avgerandi fyri okkum, er, at vit liva Gudi nær. Tað er her, eydnan er. Hann kann bera meg gjøgnum lívsins sorgir og mótgongd. Hann er hjá mær og tær – sjálvt við deyðan.

Vit kunnu læra nógv frá søguni um Ásaf, tí eg trúgvi, at vit eru akkurát líka sum hann. Onkuntíð tekur øvundin yvir, og vit síggja og skilja ikki, hví vit fylgja Gudi. Tað virkar ikki, sum hann vælsignar okkum og gevur okkum eydnu. Tá er tað vigtigt, at vit blíva við at minna okkum á, at vit liva ikki nær at Gudi, fyri at finna eydnuna. Men tað, at liva nær at Gudi, er eydnan.