At løða battaríini

Skrivað: Annelisa Rasmussen

Nú er endiliga summar. Tey flestu okkara hava fingið summarfrí. Frítíðin er kærkomin og tiltrongd; tað er eitt tíðarskeið, har vit kunnu hvíla og løða upp av nýggjum. Vit hava brúk fyri at taka okkum av løttum og gera okkurt annað enn tað, vit vanliga gera.

Dávid visti, at tað varð neyðugt hjá seyðunum at hava ein hirða, sum ikki dreiv for hart á teir. Tí sigur hann um Harran, sín hirða: “Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg” (Sálmur 23,2). Hirðin finnur tað besta plássið til seyðin, so at hann kann eta og hvíla seg.

Á sama hátt ynskir Jesus, okkara hirði, at finna okkum tað besta plássið, har vit kunnu fáa andaliga føði og hvíla. Jesus heldur tíanbetur ikki summarfrí. Hann er allatíð virkin. Henda seinasta mánaðan havi eg lagt til merkis, at ikki minni enn tveir “bólkar” hava gjørt eina lesiætlan til summarfrítíðina. Eg havi kunna lisið og fylgt við saman við Podas og lurtað, tá ið orðið verður lisið upp hjá HMU. Veldugt! Her kunnu vit fylla á andaliga – vit kunnu løða okkara battarí.

So lat okkum biðja Gud um at finna hvíld í frítíðini, samstundis sum vit lesa í orðinum og harvið fylla okkum andaliga, so at vit kunnu løða upp av nýggjum og sostatt vera klár, tá ið vit skulu aftur til dagsins verk.

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!