At renna ørindi fyri Jesus

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Eg renni veg vitnisburða tína, tí at hjarta mítt uggaði tú” (Sl 119,32).

Tað eru nógv fólk í Bíbliuni  – menn og kvinnur – sum lótu Gud leiða og stýra sínum lívi.

Tað, sum altíð hevur hugtikið meg við hesum persónum, er, at Gud brúkar vanlig fólk í síni tænastu, við teimum evnum og feilum, sum menniskju hava. Tað vil siga, at hvørja ferð hesi fólkini gera ímóti Guds boði, so er tað sum um, at man skilir tey, tí tey eru so menniskjalig og líkjast okkum.

Sum yvirskrift yvir hesar persónar kundu vit sett: “Eg renni veg vitnisburða tína, tí at hjarta mítt uggaði tú”.

Eg hugsi um persónar sum Móses, Jákup, Dávid, Honnu, Jónas.

Hesi vitnaðu við lívi sínum, at tey hoyrdu Gudi til, og tey vóru til stóra signing. Hesi vóru øll við í Guds ætlan. Tey vóru fús at fara ørindi fyri Harran.

Hvussu so við okkum? Eru vit fús at bera fram vitnisburð um Gud?

Hvussu ofta hava vit ikki sagt, at vit so fegin vildu, men tá ið til stykkis kom, ja, so var tað lættari at bera seg undan? Tað er so lætt at lova alt við munninum, men truplari er at praktisera tað, man sigur.

Í ørindinum stóð eisini, hvør orsøkin var, at hann vildi renna veg vitnisburða Guds: “Tí tú uggaði mítt hjarta”.

Tað er tí, at sálmaskaldið er fúst at bera boðorð um Gud; og tí er tað eisini, at vit kunnu vera fús, tí Gud uggar okkara hjarta.

Okkum nýtist ikki at hugsa um alt tað stóra, ið skal gerast; tað er í tí smáa, vit skulu byrja, vera trúgv í at bera vitnisburð um hann ella vera vitni, tá ið høvi er til tess. Kanska eitt gott orð í rættari støðu.

So hugsa vit, at tað eru so mong, sum duga betur enn eg. Tað, sum tað veldst um, er, um vit eru fús at gera tað, Gud vil hava okkum at gera. Um vit ikki vilja, fáa vit ikki lut í tí signing, tað hevur at bera boð um Jesus til menniskju.

Bøn: Harri, gev mær ein fúsan anda at tæna tær!

O, Jesus, ger meg trúgvan í tí eina:

at lata alt meg leiða inn til tín!

Um eg á fold man tæna tær aleina,

tú best man vita, kæri Harri mín. (MS 537)