At seta sær fyri

Skrivað: Kristianna Johannesen

“Men Dánjal setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs ella við tí víni, sum hann drakk, og bað hirðstjóran um at sleppa undan at óreinska seg” (Dán 1, 8).

Søguna um Dánjal og vinir hansara kenna óivað flest okkara væl. Nebukadnezer kongur í Bábel hevði kringsett Jerusalem. Hann hevði vunnið og ført fólkið við sær til sítt land.

Nebukadnezer kongur setti Asjpenaz hirðstjóra at velja út nakrar ungar dreingir, sum vóru lýtaleysir, fríðir í ásjón og vitugir. Hesir skuldu tæna hjá kongi. Teir skuldu upplærast í trý ár. Í lærutíðini fingu teir alskins góðan mat og gott at drekka frá konginum. Hesir dreingir fingu ein góðan møguleika framum aðrar dreingir.

Í hesum útvalda skara vóru Dánjal og tríggir vinmenn hansara. Teir fingu góðar treytir og ein góðan møguleika í fólksins eygum. Teir livdu í Guds ætlan og høvdu heima í Jerusalem lært um Gud, og hesa læru høvdu teir við sær til eitt fremmant land.

Tá teir nú høvdu fingið ein so góðan møguleika, skuldi alt verið gott. Men Dánjal, sum kendi Guds boð, setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs. Hann noktaði at eta av tí fína mati, kongurin hevði boðið teimum. Tað vóru tvær orsøkir til hesa avgerð: maturin innihelt eitthvørt, sum ikki var loyviligt eftir Móselógini, og maturin var vígdur einum avgudi.

Hesin ungi drongur kundi sostatt ikki lýða kongsins boði og setti sær fyri ikki at eta matin.

Tað er gott at seta sær nakað gott fyri, bæði andaligt og tímiligt – og fara eftir tí. Tað er eisini gott at vera vakin og kanna eftir, um tað vit seta okkum fyri, er í samráð við Guds orð. Skulu vit kenna Guds orð, er gott at seta sær fyri, at lesa í bíbliuni og at fylgja bíbliuorðinum.
Gud hjálpi okkum til tað.