At sigra á sær sjálvum
“Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg.”
Orðt.16,32
Sagt verður, at størsti sigur, sum eitt menniskja kann vinna, er sigurin á sær sjálvum – tann innari sigurin, har ein kanska mitt í stríðnum er sinniligur, sjálvt í teim truplastu viðurskiftum. Hetta er ein sigur, sum hevur virði – nakað ið telur, sum sagt plagar at verða. Mótsatt kann alt tað ytra vera í lagi, og ein kann hava mangar góðar eginleikar, men tá mest ræður um, kann ein falla á tí innara hermótinum.
Hetta hendi Pæturi ápostli, sum bæði var djarvur og íðin fyri Harran, men tó avnoktaði hann í royndarstundini.
Mong eru kanska hjálpsom – altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond, men vilja ikki boyggja seg og ikki støðga á fyri at hyggja eftir, um tey í onkrum í teirra egna lívi møguliga hava mistikið seg.
Skal lív okkara eydnast, má Gud hava fyrsta pláss í øllum lutum. Tá koma vit inn á veg, sum er heilt øðrvísi enn tann, vit gingu á frammanundan, og okkara tankar, ætlanir og hugsanir um eitt og annað blíva kanska gjørd til einkis. Tá lurta vit, tá Harrin sigur: “Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum.” Orðt.23,26.
Soleiðis fekk ein maður, sum hevði eitt brennandi ynski um at virka fyri Harran, sítt ynski uppfylt, men á ein heilt annan hátt, enn hann hevði hugsað sær. Hann gjørdist sjúkur, mátti sita í rullustóli og kom á eitt røktarheim fyri ófullfør. Allar bønir tóktust ósvaraðar, og hann dugdi ikki at síggja Guds leiðslu í nøkrum av hesum.
Men har á røktarheiminum hevði Gud brúk fyri honum, og skjótt sá hann, hvussu menniskju blivu frelst; øll hansara áskoðan var eftir stuttari tíð fullkomiliga broytt. Sum hann nú kendi seg eydnuríkan!
Tú kennir teg kanska settan til síðis og blívur ikki fataður, hvørki av familju tíni ella øðrum; men um tú sigur: “Eg kann ikki meira, mínar líðingar eru ótolandi;” so minst til, at í Guds orði stendur: “Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.” Róm.8,28.
Minst til, tú ert undir Guds uppaling, og at “Ja, altíð verða vit, meðan vit liva, givnir upp til deyða fyri Jesu skuld, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í deyðuliga holdi okkara.” 2.Kor.4,11.
Tá ymiskar roynslur koma inn í lív títt, er tað, tí sjálvt lívið má doyggja, so at Jesu lív kann vaksa fram í tær. Tað er jú á tí innara hermótinum, at bardagin stendur, og her kunnu sigrar av ævinleikatýdningi vinnast.