At steðga á við Jesu føtur

Skrivað: Hjalmar Waag Arge

“Men Harrin svaraði og segði við hana: “Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.” (Luk 10,41)

Jesus og lærusveinarnir fóru til Betániu at vitja vinfólkini Martu, Mariu og Lázarus. Tá teir komu, stákaðist Marta í køkinum, og Maria setti seg við Jesu føtur og lurtaði eftir, hvat hann lærdi. Marta, sum hevði nógv at gera við matgerðini, spurdi Jesus, hví hann lat systir sína sleppa undan matgerðini. Tá svaraði Jesus “Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.”

Her hava vit tvær systrar, ið ímynda tvey sløg av menniskjum. Marta: Tá Jesus kemur, stákast hon sjálv í køkinum. Hon er ein mynd uppá eitt menniskja, sum sjálvt roynir at arbeiða seg til frelsuna ígjøgnum egnar gerningar. Maria: so skjótt sum Jesus kom, setti hon seg at lurta eftir Jesusi, hon er ein mynd uppá eitt menniskja, sum veit at frelsan er gjøgnum Jesus aleina, og hvílir í tí við Jesu føtur.

Marta er ørg, tí at hon má gera alt sjálv fyri at “gera Jesus nøgdan”. Jesus vísir henni, at tað, hon ger, er óneyðugt stríð, og tað, sum Maria ger, at sita við Jesu føtur, tað er tað, sum er neyðugt.

Eins og Maria valdi hin góða lutin og steðgaði á við Jesu føtur, mugu vit eisini steðga á frá gerandisdegnum við Jesu føtur.

Gud vælsigni teg við at steðga á.

Amen.