At telja várar dagar

„At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! “
Sl.90,12

 

Hann, ið dugir at telja dagar sínar, eigur vísdóm í hjartanum. Henda lívsins sannleika ásannar sálmaskaldið.

Hetta er ikki at skilja soleiðis, at vit við ótta og stúran skulu síggja dagar og ár fara afturum og øtast við, at lív okkara styttist fyri hvønn dagin, ið fer. Henda óttan hava vit bert so leingi, sum vit liva burtur frá Gudi og ikki eiga ta vælsignaðu trygdina í at vera Guds børn. Meðan vit liva í syndini, er Guds vreiði yvir okkum, og tá hava vit orsøk til at óttast, ja, tá ganga vit til av Guds vreiði, tí misgerðir og vantrúgv okkara eru honum altíð fyri eygum. Vit kunnu einki fjala fyri Gudi.

”Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir er Gud” (Sl.90,2),

„Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. “ Sl.90,10, Ja, sammett við Gud eru vit dust og okkara lív stutt og fátæksligt.

Men fáa vit lært at taka okkara lív av hansara hond, og fær hann lært okkum at telja okkara dagar undir síni vernd og skjóli, tá hvørvur ótti og stúran, og vit fáa lívsins vísdóm í hjarta. Tá verður gleði okkara at vera í felagsskapi við Gudi. Tá duga vit á at skyna, at Gud hevur eina ætlan við lívi okkara. Tá fær okkara lív virði fyri onnur menniskju. Og tá kenna vit lívsins gleði. Lat okkum biðja við sálmaskaldinum: Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt!

At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdómin í hjartanum fáa!

Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar!

Harrans Guds várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár!