At toyggja seg eftir Jesusi

Skrivað: Ester Dalsgaard

Í Markusi 5,25-34 lesa við um kvinnuna, ið hevði livað við blóðsótt í 12 ár. Tá hon hoyrir, at Jesus kemur, leggur hon alt frá sær og hevur ein so sterkan vilja til at nerta við hann, tí hon veit, at tá verður hon grødd. Hon veit, at hon má helst vera heima, tí hon er skitin, og fólk síggja niður á hana. Men hennara vilji til at verða frísk er so stórur, at hon hugsar ikki um nakað annað. Hon veit, at Jesus er tann, ið kann grøða seg.

Vit kunnu seta okkum spurningin: ”Hvussu stóran vilja havi eg til at toyggja meg eftir Jesusi?” Vil eg gera alt fyri at liva saman við honum? Hóast eg eri skitin og veik og ikki havi uppiborið nakað gott, so havi eg viljan til at liva saman við Jesusi.

Tað, ið eg elski við hesi søgu, er, at Jesus velur ikki bara at ganga víðari, hóast hann merkir, at okkurt hendi. Hann steðgar á og gevur sær tíð til hesa kvinnu. Hann sær hana og veit, at hon stríðist. Hann hevur fleiri fólk rundan um seg, men steðgar á fyri at síggja ta kvinnu, ið hevði so stóra trúgv. Og soleiðis sær hann okkum øll.