At vera gírigur

”Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs. ”
Ef.5,5

 

Gírni tykist vera ein synd, sum Paulus serliga tekur fram. Eitt nú í orðinum í erva.

 

At vera gírigur er at vilja halda fast um tað, ein eigur. Tey tímiligu virðini hava fingið valdið.

 

Nú má eingin misskilja tað. Vit mugu fegin eiga ting, men hjarta okkara má ikki vera bundið av tímiligum lutum.

Ábraham var ríkur, men hjarta hansara var bara bundið til Harran. Hann kundi geva alt burtur, um tað skuldi verið.

Sjálvt tá ið hann skuldi ofra sítt dýrabarasta, var hann til reiðar. Vit verða ikki roynd sum hann, men kanska er tað okkurt annað, sum vit skulu ofra.

 

Í okkara materiellu tíð, har vit øll eiga okkurt, man vera vert at hugsa seg um og vita, um vit liva í holdinum ella ganga í Andanum. Ofta siga vit: ”Hvussu nógv skal eg geva?” Kanska áttu vit at spurt øvugt: ”Hvussu nógv skal eg hava eftir?”

 

Ver ikki ein avgudadyrkari – ver ikki gírigur! Kanska átti tú at litið teg um og grundað yvir, um har er okkurt, tú skuldi givið. Tað nýtist ikki altíð at vera pengar, kanska er tað óneyðugt góðs, sum bindur hjartað í gírnisins snaru.

”Kirkeklokken”. E.Campbell umsetti