At vera í bíðistøðu
Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og
ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. Jeremias 29:11
Tað eru tíðarskeið í okkara lívi har vit standa í bíðistøðu. Tað kann vera at bíða eftir svari frá
einum arbeiðsplássi, svar uppá eina roynd ella eitt hvørt. Gud setir okkum eisini í bíðistøðu til
tíðir. Hann gloymir okkum aldrin, so tað er umráðandi at vit lurta eftir hvørjar ætlanir Hann
hevur við okkum, heldur enn at verða ótolin og halda at Gud ikki hoyrir okkum.
Í hesum tíðum, har vit eru í bíðstøðu, er lætt at fara hyggja at øðrum og samanbera okkum
við, hvar tey eru í lívinum. Vit síggja, at Gud vælsignar onnur við stórum tingum, og vit
kunna blíva óð og undrast hvar ið okkara vælsignilsir eru? Vit seta spurnartekin við Gud og
spyrja “Hví henda so nógv góð ting fyri tey, men eg standi bara í stað?”
Um vit einans fokusera á Guds ætlanir hjá okkara næsta, so fær Gud ikki brúkt okkum har
Hann ynskir at vit skula vera. Tað er umráðandi, at vit hvíla í, at har sum vit eru nú, eru vit av
eini orsøk. At Gud hevur sett okkum her, og stór ting skulu henda. Gud hevur aldrin gloymt
okkum, Hann hoyrir okkum tá vit søkja Hann.