At vera saman

”síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tí hvør annan við hesum orðum! ”
1.Tess.4,17-18

& 1.Tess.4,13-18

 

Fólkini í hinum fyrsta kristna ættarliðinum trúðu so vist, at Jesus skuldi koma aftur, meðan tey vóru á lívi.

Men sum frá leið og tess longur tíðin gekk og tess fleiri og fleiri doyðu, og eingin Jesus kom, fóru tey at falla í fátt og ivast í, um tað mundi vera nakað í Jesu afturkomu og um tað mundi vera nøkur uppreisn frá deyðum yvirhøvur.

 

Tey gjørdust tá bæði sorgarfull og vónleys.

Paulus ápostul kom teimum til hjálpar og segði við tey, at tey ikki máttu missa vónina. Heidningarnir hava onga vón, tí at teir hava ongan Gud; men tey, ið eiga Jesus, sum upprisnan og livandi frelsara, mega ikki vera vónleys.

 

Tíðir og tímar vita vit ikki; men vit skulu vera ivaleys í, at Gud, sum uppreisti Jesus frá deyðum, eisini skal leiða øll tey fram, sum hoyra honum til, bæði tey, ið deyð eru langt undan afturkomu hansara, og tey, sum liva, tá ið hann kemur aftur. Øll skulu møta Harranum. Og ápostulin leggur afturat: ”Troystið tí hvør annan við hesum orðum! ” 1.Tess.4,18

Hesi orð ápostulsins, sum vórðu talað til troystar hjá teimum, sum livdu í gomlum døgum, eru troystin enn í dag og verða tað allar tíðir, so leingi sum deyðin hevur gongd sína millum manna.

 

Og troystin er henda: Vit skulu altíð vera saman við Harranum.

 

– – – –

 

Vit vita øll um, hvat tað hevur at týða og hvussu mikið tað er vert at vera saman. Ja, vit kunnu siga, at tað hevur so mikið at týða, at aðalluturin og høvuðsinnihaldið í lívinum hjá okkum menniskjum her á fold er, tá ið saman um kemur, hetta: at vera saman.

Ta ið upp verður gjørt, hvat ið var úrslitið úr lívinum her, tá er tað ikki arbeiði, ikki ognir, stórar ella smáar, ikki hesar ella hasar hendingar, ikki tey verk, ið avrikað eru; men tað er samveran, samlívið við tey, sum maður var knýttur til, og sum hann var góður við.

 

Hitt mótsetta av at vera saman er tað at vera burtur, vera einsamallur, vera uttanfyri, og tað er ringt.

 

Við tað, at tað er so gott at vera saman, fellur tað so tungt at skula skiljast. Tess betri og ríkari samveran hevur verið, tess tyngri og sárari kenst skilnaðurin.

Og vit vita, at tey, sum hoyra saman og eru góð hvørt við annað, men av einihvørjari grund í styttri ella longri tíð hava verið skild og verið burtur hvørt frá øðrum, hava eitt ynski fram um øll onnur ynski, og tað er at finnast aftur og sleppa at vera saman aftur. –

 

Umframt hetta foldarlívið er okkum sagt, at ein og hvør, sum trýr á Jesus Kristi, skal fáa eitt ævigt lív.

 

Um hetta æviga lívið er sagt, at tað er Guds náðigáva til okkara í Kristi Jesusi.

 

Hvat ið hetta æviga lívið annars er, og hvussu tað er vorðið við tí, vita vit so lítið um, við tað at okkum er so lítið sagt um tað; vit kunnu siga, at tað er friður, gleði, ævig hvíld, sæla o.s.fr.

 

Men so mikið vita vit, at høvuðsinnihaldið í tí eins og í foldarlívinum er: at vera saman og tað er nóg mikið. ”… so skulu vit altíð vera saman við Harranum”

 

– – – –

 

Tað er við Harranum, vit skulu vera saman.

Vit eiga Harran Jesus, hin upprisna og livandi frelsara, lívsins sigursharra, sum hevur tilbúgvið okkum stað í faðirhúsinum við teimum nógvu bústøðum, og hann sigur sjálvur, at hann skal koma aftur og taka okkum til sín, til tess at har sum hann er, skulu vit eisini vera. (Joh.14,3)

Men vit skulu eisini har sleppa at vera saman við teimum, sum okkum stóðu nær her í foldarlívinum. Vinir skulu hitta vinir í teimum ævigu bústøðunum. (Luk.16,9). Foreldur og børn, sum her máttu skiljast, skulu har koma saman aftur. Vit skulu har vera heima hjá Harranum(2.Kor.5,8).

Har heima skulu vit møta teimum, ið undan fóru, og har heima skulu vit taka ímóti teim, sum aftaná koma. –

 

Er hitt æviga lívið tað: at vera saman altíð við Harranum og at vera heima í faðirhúsinum, so má glatanin vera tað: at vera burtur frá Harranum og at vera uttan fyri faðirhúsið, einsamallur og heimleysur í myrkrinum fyri uttan. –

 

Deyðin ger altíð skilnað millum manna her á fold. Men Guds kærleiki sameinir bæði livandi og deyð.

 

Einki kann skilja okkum frá honum, heldur ikki deyðin.

 

Aftan á skilnaðin her, kemur ein gleðiligur og sælur samfundur heima.

 

Tá ið alt heldur uppat her, og endi verður á øllum, og vit sjálv skulu fara frá øllum, tá er tó hetta eftir: ”… so skulu vit altíð vera saman við Harranum ” 1.Tess.4,17