Barnakor hjá Gudi

Skrivað: Torgeir Petersen

“So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir” (Gal 4,7).

Hevur tú nakrantíð stegða við tankan, at tú sum Guds barn, hevur barnakor hjá Gudi?

Eg gjørdi tað fyri einari tíð síðani, og tað var sum um, at ein djúpur sannleiki opnaði seg fyri meg. Hvussu Gud elskar meg treytaleyst. Hvussu Gud elskar meg, hóast øll míni misbrot. Hvussu Gud elskar meg, hóast eg einki fái givið afturfyri – ja, hvussu hann elskar meg, at hann kallar meg sítt barn, sín son!

Hvussu elska foreldur so síni børn? Hetta er ein spurningur, sum bleiv áhugaverdur, nú Gud kallar meg sítt barn.

Eg haldi tað serliga er sterkt at síggja, hvussu foreldur elska síni børn, tá ið tey eru nýføðingar. Tí sum nýføðingur, so fært tú ikki avrika nakað og ert fullkomiliga bundin av, at tíni foreldur taka sær av tær.

Tað, sum er vakurt at síggja í hesum sambandi, er, hvussu foreldrini vera noydd at leggja dagskránna nágreiniliga eftir, hvussu umstøðurnar hjá barninum eru. Svevur barnið illa um náttina, so merkir tað eisini minni svøvn til foreldrini. Sovnar barnið seint um kvøldið, so merkir tað eisini, at allar aðrar ætlanir verða settar í aðru røð.

Tað er ikki so, at foreldrini siga við barnið, at um eg skal sita uppi við tær í nátt, so skalt tú tøma uppvaskmaskinuna í morgin. Tað eru foreldrini væl greið yvir, at barnið ikki megnar. Men foreldrini sita gjarna uppi við barninum, tí tey elska sítt barn. Tey elska sítt barn treytaleyst.

Á sama hátt elskar Gud. Gud elskar okkum treytaleyst. Gud er væl greiður yvir, at í okkum sjálvum, so eru vit púra hjálparleys. Gud væntar ikki, at vit tøma okkara syndigu uppvaskmaskinu, tí tað eru vit ikki før fyri. Tí tekur Gud sakina í egnar hendur og gerst menniskja í Jesusi og doyr í okkara stað – ja hann tømir okkara syndigu uppvaskmaskinu á krossinum!

Hetta er gleðiboðskapurin, at vit í okkara hjálparleysu støðu fara æviga fortapt, men við trúgv á tað – sum Jesus hevur gjørt – verða frelst til eitt ævigt lív!

Trýrt tú hesum, so ert tú ikki longur trælur at syndini, men barn hjá Gudi! Og ert tú barn hjá Gudi, so ert tú eisini Guds arvingi. Hansara sigur á krossinum er nú tín sigur!