Besta ráðgevingin

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9,6).

Tá vit skulu taka stórar avgerðir, spyrja vit fegin onnur um ráð, og hava vit álit á ráðgevanum, halla vit okkum at tí, hann ella hon ræður okkum til. Umframt bankaráðgevar, tryggingarráðgevar, sosialráðgevar, hjúnabandsráðgevar og onnur, ið hava ráðgevi sum starvsheiti, eru serfrøðingar innanfyri mestsum øll øki, ið kunnu greiða tað fløkta fyri okkum, so at vit kunnu vita, hvat best er at gera.

Men hvussu við sjálvum lívinum, og viðurskiftunum við Gud? Hava vit tjekk á tí, ella trilva vit okkum fram, sum best ber til, í lívsins størstu spurningum?

Barnið, ið varð føtt í Betlehem, bjóðar seg fram at vera ráðgevi okkara í øllum lívsins spurningum og í viðurskiftunum við Gud.

Og hann er tann besti ráðgevin, vit kunnu ynskja okkum. Hann er eitt undur, tí hann er Gud og menniskja og uttan synd. Hann hevur skil fyri øllum, tí hann er veldigur Gud og ævinnar faðir. Hann var hjá Gudi, tá heimurin, sum eg og tú eru partur av, vórðu skapað. Vit eru skapað í honum og til hansara! Og hann hevur umsorgan fyri okkum, sum bara tann fullkomni pápin hevur.

At enda er hann friðarhøvdingi, tí hann fekk frið í lag millum Gud og menniskja við deyða sínum í okkara stað. Ja, hann er friður okkara (Ef 2,14).

Tí lovaði fjøldin av himmalskum herskarum Gudi á Betlehems fløtum við hesum orðum: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” Lat okkum fara uppí lovsang teirra!

 

(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)