Besta valið

”men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« ”
Luk.10,42

 

 

Í Lukas 10,25 kemur ein lógkønur og setur Jesusi ein spurning tí æviga lívinum viðvíkjandi. Jesus spurdi hann, um hann visti, hvat ið lógin segði um hetta. Maðurin svaraði: ”… »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.«” Hin lógkøni visti, at lykilin til alt var at elska Gud fyrst og síðani at rætta henda kærleikan út til onnur menniskju.

Tá ið vit nú lesa víðari í Lukas 10, lesa vit um Jesus, at hann fer inn til Martu og Mariu. Marta ger sær ónáðir og stríð av mongum, og betri gjørdist tað ikki, tá ið Maria tóktist ikki at leggja petti í at hjálpa til. Harrin vísti á: ”men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« ”

Jesus segði ikki, at tað var skeivt av Martu at taka sær av medmenniskjum, sum tørvaðu hjálp hennara. Men stúran hennara tók nakað frá henni, nevniliga eitt vaksandi samband við Harra hennara.

Ofta eru vit so bundin av tænastusíðuni í lívi okkara, at vit lata tað byrgja fyri einum meira inniligum sambandi við Kristus. Maria valdi hin besta lutin. Tað hava vit eisini brúk fyri at gera.

Tað, sum Maria valdi, kundi ikki takast frá henni. Um vit leggja doyin á at fáa eitt tættari samband við Kristus, kunnu vit ikki missa tað, sum vit vinna. Uttan mun til broytingar í fíggjarviðurskiftum okkara, heilsu ella liviumstøðunum, fer samband okkara við Kristus at vara við.

Okkum er tørvur á at velja hin besta lutin – at knýta okkum tættari at honum, meðan vit saman við honum ganga fram gjøgnum lívið. Tá ið vit hava valt rætt, kunnu vit hvíla í tí, at vit hava okkurt, sum ikki kann takast frá okkum.

Vel vinin besta og lat hann vera
tín leiðara gjøgnum lívið her.
”Vogt mine lam” E. Campbell ums