Betri eru tveir enn ein

Skrivað: Rósalind Olsen

“Betri eru tveir enn ein, tí at teir fáa góða løn fyri møði sína. Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur; men neyðar maður, ið einsamallur er; tí ið hann dettur, er eingin at reisa hann upp aftur” (Præd 4,9-10)

Her eru tvey lyklaorð, sum siga so ómetaliga nógv. (Tey eru undirstrikað í tekstinum omanfyri.)

Fyrra orðið er um! Tá ið vit eru tvey, sum fylgjast, stuðla vit hvør øðrum. Vit hjálpast at við ikki at traðka í hyljar ella annað á vegnum. Tað er minni møguleiki fyri at detta, tá vit eru tvey, tí vit ganga saman, men um annar dettur, fær hann hjálp frá hinum at koma upp aftur.

Hitt orðið er ! Um vit ganga einsamøll, er skjótt at detta ella fara av leið, tí eingin er at stuðla okkum. Og tá er heldur eingin at hjálpa okkum upp aftur.

Um! sigur okkum, at tað kanska fer at henda, men tað er ikki vist.

Tá! sigur okkum, at tað fer at henda. Spurningurin er bara nær.

Innan sálarfrøði verður tosað um, at reyðu lampurnar sita í nakkanum, so tann, sum eigur lampurnar, ikki sær, tá tær fara at lýsa. Við hvørt er tað eisini soleiðis innan tað andaliga. Vit síggja ikki altíð, tá vit spakuliga byrja at fara av leið.

Tí hevur tað alstóran týdning, at vit finna okkum ein at fylgjast við, andaliga sæð. Ein, sum stuðlar og í kærleika torir at siga, um onkur lampa byrjar at lýsa í nakkanum á okkum.

Og ikki minni týdning hevur tað, at vit taka tað til okkum, tá hin setir spurnartekin við okkara leið.

Harrin hjálpi okkum til hetta.