Bíblian er okkara dagliga breyð
“Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt” (Sálm 1,1-2).
Hvussu ofta brúkar tú tíð uppá at seta hug tín til Harrans orð og veruliga grunda yvir tað. Ofta kann bíbillestnaður følast sum ein setningur, sum bara skal avgreiðast. Til tíðir lesi eg bara fyri at kunna siga, at eg havi lisið. Men her verða vit mint á at gleðast um ella at njóta Guds orð. Vit eru fleiri, ið ofta niðurprioriteraður bíbillestnað, sjálvt um vit vita, at hetta ikki átti at verið so. Summi halda til, at tað er ov lítið av tíð í gerandisdegnum, at tíðin ikki strekkir til tað. Eg las einaferð, at Susanna Wesley, sum hevði 10 børn, plagdi at koyra eitt fyriklæði yvir høvdið, fyri at vísa børnunum, at hon ikki skuldi forstýrast, tí hon hevði sína dagligu stilluløtu. Eg ivist onga løtu í, at eitt heim við 10 børnum kann verða alt annað enn óinterisant og friðarligt. Men hon var tilvitað um týdningin av at seta tíð av til Guds orð. Hvussu er við okkum? Hava vit fatað at Guds orð er okkara dagliga breyð? Um so er, latið okkum so taka okkara ‘fyriklæði’ yvir høvdið, hetta kann merkja so nógv! Fyri fleiri, at leggja telefonina frá sær og raðfesta tíð í orðinum.