Bíblian og speglið
”hvør mikið meira skal tá blóð Krists, sum við ævigum anda bar seg sjálvan fram lýtaleysan fyri Guði, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum gerningum til at tæna hinum livandi Guði? ”
Hebr.9,14
Í USA livdi fyri mongum árum síðani ein maður, ið varð nevndur Moody. Hann var ein kendur vekingar-predikantur og prædikaði Orðið um Jesus fyri nógvum menniskjum. Hann varð til signingar fyri bæði ung og eldri.
Hann hevði ein lítlan son, sum hann einaferð hevði lovað at taka við sær ein spákingartúr. Sonurin æt Willi.
Willi bað mammu sína gera seg til reiðar í góðari tíð, so hann kundi vera klárur, tá pápin kom aftur. Mamman hjálpti honum og so fór Willi út í havan at spæla. Tá Moody kom heim, kom sonurin stórleypandi móti honum og rópti glaður: ”Góðan dag, babba, nú eri eg klárur at koma við tær.”
”Men eg kann ikki taka teg við mær, so skitin sum tú ert í andlitinum.”
”Eg eri ikki skitin. Mamma hevur vaskað mær.”
Tá teir vóru komnir inn um bar Moody drongin yvir móti speglinum.
”Ná Willi, ert tú reinur?” Drongurin svaraði nei og bað mammu sína vaska sær aftur.
Tá so Moody greiddi frá um henda tilburð, segði hann: ”Bíblian er eins og eitt spegl. Tað vísir okkum, hvussu skitin vit eru. Men leggið til merkis, at eg ikki bar drongin yvir til speglið, fyri at hann skuldi vaska sær í tí. Bíblian kann ikki reinsa sálir okkara. Tað er bert Jesu dýrabara blóð, ið kann tað.”
Effie Campbell umsetti